Fíggjarkreppan í Íslandi ger, at íslendingar eru at kalla givnir at keypa bilar. Hagstovan í Reykjavík sigur, at í november vórðu 123 bilar skrásettir fyri fyrstu ferð, og so lítið hevur hetta tal ikki verið, síðani hagstovan fekk uppgávuna í 1995.
Ellivu teir fyrstu mánaðirnar í ár vórðu 12.231 nýggir bilar skrásettir, og tað er 42,3 prosent færri enn somu mánaðir í 2007. Hinvegin vísa hagtølini, at íslendingar brúka gjaldskortið meiri nú enn fyrr.
Frá januar til oktober brúktu teir gjaldskortið 3,9 prosent meiri enn somu mánaðir í fjør.