Fiskivinna
Herfyri ringdi ein lesari til Sosialin og fýltist á, at ikki slepst av við fisk í Havn.
Hyggja vit út í bátahylin á Argjum, oman í Vágsbotn og oman á Bursatanga, síggja vit, at bátatalið í Tórshavnar kommunu er rættiliga stórt ? og nógv tað størsta í landinum.
Fægstu av hesum bátum munnu tó vera ætlaðir til útróður burtur av, men tað
er altíð soleiðis, at onkur bátur loysir av og á og fer ein snellu-, snøris-ella línutúr. Fæst fiskur ein slíkan dag, og meira verður drigið enn til húsnýtslu, hevði tað verið hent hjá monnum at kunnað sett nakrar fiskar á vektina.
Onkur selir á marknaðinum í Vágsbotni, men tað er avmarkað, hvussu nógv kann sleppast av við her.
Menn halda, at tað hevði verið hent, um virkið hjá Fiskavirking í Havn keypti útróðrarfisk.
Ikki góðkend
Meinhard Jacobsen, stjóri í Føroya Fiskavirking, sigur, at virkið í Havn kann ikki taka ímóti ráfiski um bryggjukantin sum er, tí virkið er ikki góðkent sum landingarmiðstøð.
- Vit hava nakrar landingarmiðstøðir í Føroyum, og tað eru bert hesar, sum kunnu landa fisk um bryggjukantin.
Hann vísir á, at arbeitt verður við at fáa virkið í Havn góðkent sum
landingarmiðstøð aftur, men til tess mugu gerast nakrar broytingar, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan krevur.
- Ætlanin er at nýta gomlu móttøkuhølini á virkinum til endamálið við ymiskum broytingum, sigur Meinhard Jacobsen.
Nær móttøkan í Havn verður umbygd og góðkent sum landingarmiðstøð aftur, er eitt sindur ilt at siga.
Stytsti vegurin hjá útróðrarbátunum í Suðurstreymi at sleppa av við fiskin er at sigla inn á Toftir, har fiskurin verður landaður og seldur á gólvinum.