Eingin skalar KÍF

Leygardagin verður avgjørt, hvør skal spæla móti KÍF í hálvfinaluni í steypakappingini

KÍF er higartil ósigra í bólki 1 í steypakappingini hjá kvinnum, eftir at tær í gjárskvøldið vunnu 3-0 á Fleyr b. Liðið úr Kollafirði endar sostatt ovast í bólkinum, og skal í hálvfinalunum 2. januar í Høllini á Hálsi møta TB, Fleyr a ella Mjølni.

 

Hetta verður avgjørt um vikuskifti, tá TB spælir ímóti Mjølni í Trongisvági kl. 14 leygardagin, og Fleyr tekur ímóti ÍF í Gundadalshøllini eisini kl. 14.

 

Fyrsta settið í gjárskvødlið vann KÍF greitt 25-9, men í øðrum settið gjørdi Fleyr b ein vørr, og hetta settið endaði 26-24 til KÍF, men í triðja settið vísti KÍF seg aftur sum eitt vinnaralið og vann trygt 25-19 og harvið dystin 3-0.

 

Hvør verður nr. 2 í bólki 1 verður avgjørt í morgin leygardagin kl. 14 á Giljanesi, tá Dráttur og SÍ møtast. Vinnarin av hesum dystinum verður nr. 2. í bólkinum.

 

Tveir dystir eru í steypakappingini hjá monnum um vikuskiftið. Fríggjadagin klokkan 19.30 spæla ÍF og Fleyr B á Kambsdali og sunnudagin klokkan 16 spæla SÍ og Ternan í Sørvági.