Fyri gott og væl tveimum vikum síðani, bóru vit tíðindini um, at fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin, Rógvi Baldvinsson, var og royndarvandi í turkiskum fótbólti, har hann royndi at fáa sáttmála.
Les eisini: Rógvi Baldvinsson í turkiskum fótbólti
Sum skilst hevur Rógvi Baldvinsson bæði vant og spælt dyst við turkiska liðnum, Giresunspor, sum spælir í næstbestu turkisku deildini.
Sambært Twitter síðuni hjá turkiska felagnum, verður tað tó ikki til nakran sáttmála til Rógva Baldvinsson. Har skriva tey.
- Royndarvenjingin hjá Rógva Baldvinsson er liðug, og tað eydnaðist ikki leikaranum at bergtaka venjarahópin hjá Giresunspor.
25 ára gamli Rógvi Baldvinsson, er sambært FaroeSoccer skrásettur fyri 19 dystir á føroyska a-landsliðnum og hevur skotið tvey mál.