Eingin væntar nakað av okkum

Símun Rógvi Hansen er málverji hjá B71. Hann er einans 19 ár, men hann verður 1. málverji hjá B71, sum júst er flutt upp í bestu deildina. – Eg kenni einki trýst á mær, tí at eingin væntar nakað av okkum, sigur hann.

Sum tað sær út nú, so verður Símin Rógvi Hansen yngsti málverjin, sum fer at standa fast millum stengurnar í bestu deildini í ár.
Símin Rógvi hevur í nógv ár verið ein partur av besta liðnum hjá B71, og hann gjørdist 1. málverji í fjør.
Símin Rógvi hevur altíð spælt við B71. Tað eina árið spældi hann eisini við unglingum hjá HB.
Hann hevur spælt saman við Waldemar Novicky, sum í nógv ár var millum bestu málverjar í landinum.
- Waldemar venur málverjarnar nú, og eg læri nógv frá honum. Hann er ein legenda á Sandi. Hann er ein av bestu málverjum, sum nakrantíð hava spælt í Føroyum, sigur Símin Rógvi.

Ræðist ikki bestu deildina
Símin Rógvi er ikki bangin um at skula vera aftasti skansi hjá B71 í bestu deildini.
- Tað er einki trýst á okkum, so tað er ikki so torført. Eg taki tað, sum tað kemur og vóni, at vit vinna nakrar dystir, sigur Símun Rógvi, sum miðjar eftir at yvirliva í bestu deildini.
- Vónirnar eru at vera uppi í deildini. Um vit kunnu sleppa undan skaðum, so hava vi tein góðan kjans at røkka upp til miðjuna, sigur Símun Rógvi.

Málverjin skal vera svakur
Símun Rógvi fór sjálvur í málið at standa, tí at hann breyt beinið sum ungur. Tá kundi hann bara brúkast í málinum, og har var hann verandi.
At vera málverji er nakað serligt framum øll hini plássini á vøllinum. Símun Rógvi heldur eisini, at ein málverji má vera eitt sindur serligur.
- Ein málverji skal vera eitt sindur svakur. Hann skal halda skil á verjuni og við- og mótleikarar skulu hava virðing fyri honum. Mær manglar kanska eitt sindur av tí. Men eg vóni at tað kemur, sigur Símun Rógvi.
Sum ungur málverji hevur tú altíð nógv at læra.
- Eg skal vinna mær virðing í ár. Eg kann eisini gerast betri til innlegg, útspørk og útkøst.
- Mínar styrkir eru í ein-móti-ein støðum, langskot og so havi eg bæði bein á jørðini.

Altíð sæð upp til Liverpool-málverjar
Símun Rógvi er heilhjartaður Liverpool fjeppari. Tí hava tað altíð verið málverjarnir hjá Liverpool, sum hann hevur sæð upp til.
- Sjálvt tá ið David James stóð í mál, var hann mín hetja, sigur Símun Rógvi flennandi.
- Tað ger ongan mun, um tað er David James, Jerzy Dudek ella José Reina, sum standa í mál hjá Liverpool. Eg haldi altíð, at teir eru góðir, sigur Símun Rógvi, sum ferðast hvørt kvøld til venjing.
Hann hevur kamar í Havn og sveveur sum oftast har. Hann svevur tó av og á Sandi. Símun Rógvi hevur tó ongantíð hugsað um at spæla fyri annað felag,
- Eg fari ikki at spæla fyri nakað annað føroyskt felag, so leingi sum B71 eru í bestu deildini, sigur Símun Rógvi, sum tó hevði tikið av tilboðnum, um eitt útlendskt felag sýndi sín áhuga.
- Tað er sjálvandi dreymurin hjá einum hvørjum fótbóltsleikara at gerast yrkisleikari í útlandinum. Men fyribils hugsi eg einans um avbjóðingina við B71 í Formuladeildini, sigur Símun Rógvi Hansen at enda.