Einki 1. mai-hald í Vestmanna í ár

– Vit, ið skipa fyri 1. mai-haldinum á Reyða Torginum í Vestmanna, hava gjørt av, at vegna koronustøðuna í landinum verður 1. mai-haldið í Vestmanna avlýst í ár.

Soleiðis skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi í kvøld.

– Vit vóna at kunna bjóða øllum aftur til 1. mai-hald næsta ár, siga fyrireikararnar, sum eru Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Vestmanna Javnaðarfelag.