Verkfallið millum íslendskar fiskimenn hevur lagt alla fiskivinnuna lamna í Íslandi.
Kravið hjá fiskimonnunum er, at fiskaprísurin skal hækka upp á sama støði, sum hann er á uppboðssøluni. Og tað vil siga eini 15%.
Støðan er soleiðis, at fleiri av íslendsku vikrjunum eiga egnar trolarar, sum sostatt landa til virkið. Prísurin er sum nevnt eini 15% lægri enn tað, ið hevði fingist á uppboðssøluni, og tað eru fiskimenn ónøgdir við.
Íslendska sjómannafelagið fór í verkfall fyrr í vikuni, men samráðingar vóru kortini. Men so breyt ein bátur í Vestmannaoyggjunum verkfallið mikukvøldið, og hetta hevði við sær, at semingsumboðini hjá fiskimonnunum rýmdu av semingsfundinum.
Báturin úr Vestmannaoyggjunum kom inn aftur í gjár, og semingsumboðini fyri fiskimenninar avgjørdu tískil at fara aftur á fund í gjárkvøldið.
Stendur í botni
Men eingi útlit eru fyri eini loysn á málinum.
Fiskimenn krevja eisini, at umsetiligheitin av fiskakvotunum verður minkað. Í dag er møguligt at umseta upp til 50% av samlaða fiskiskapinum, og hetta krevja fiskimenn verður minkað niður í 10%. Sum er verður kortini ikki so stórur partur av kvotunum handlaður. Eini 35.000 tons verða handlað millum reiðaríini.
Reiðarafelagið sigur, at fiskivinnan megnar als ikki eina príshækking upp á 15%, og verður hetta endin kann roknast við, at ein stórur partur av vinnuni fer fyri bakka. Uppboðssølan virkar undir heilt øðrum fyritreytum enn tey stóru virkini, sum keypa fiskin frá egnum skipum.
Men fiskimenn halda fast við sítt, og tískil stendur rimmarfast í botni.
Vanlukka fyri
lodnufiskiskapin
At verkfallið kemur júst nú, er einki minni enn ein vanlukka fyri íslendska lodnufiskiskapin.
Vanliga er besta lodnutíð í februar mánaði. Tá er lodnan eisini full av rognum og av sera stórum týdningi fyri japanska marknaðin. Verður eingin lodnufiskiskapur kann hetta í ringasta føri merkja, at Ísland missir henda sera týdningarmikla japanska marknaðin.
Talan er sjálvandi eisini um stórar peningaupphæddir, ið fara fyri skjeyti. Upp ímóti einum 18 mió. krónum verður mist hvørt samdøgur, og samlaði missurin verður mettur til í minsta lagi 400 mió. í føroyskum krónum.
Íslendingar eru eisini ørkymlaðir av støðuni, ikki minst tá hugsað verður um, at meðallønin hjá einum vanligum dekkara á størstu lodnuskipunum í februar mánaði í fjør var heilar 80.000 krónum ? føroyskar, væl at merkja.
Altingið kanska
uppí trætuna
Fiskimenn siga, at høvuðsendamálið við verkfallinum er at steðga kvotaspekulatiónini. Teir vilja hava eina veiðiskyldu uppá 90%. Hetta hevði merkt, at bert eini 20.000 tons av heildarkvotuni, sum í fjør var 200.000 tons, kann handlast.
Tað hevur víst seg, at menn og feløg uttanfyri Ísland hava keypt upp kvotu, sum teir síðani leiga víðari, uttan at fiska hana sjálvir. Hetta vilja fiskimenn hava steðgað ? ella í hvussu er minkað.
Reiðararnir siga seg vera til reiðar at tosa um hetta, men fiskimenn halda samstundis fast um kravið um at prísirnir skulu vera á sama støði sum á uppboðssølunum, tó at ikki verður selt til uppboðssølurnar. Og her stendur fast.
Men av tí at støðan er so álvarslig meta eygleiðarar, at Altingið helst fer at leggja uppí trætuna.
Hendir einki, fara eini 6000 fólk at gerast arbeiðsleys av verkfallinum, og uppaftur fleiri fara at merkja sviðan av tí. Ikki minst tí verður væntað, at ríkisstjórnin fer at leggja uppí og steðga verkfallinum við lóg, hendir einki í samráðingunum teir komandi dagarnar.
Kelda: Edvard T. Jónsson