Einki vanligt árskifti

Telduposturin

22. september, 100 dagar fyri áraskiftið, byrjaði niðurteljingin til túsundáraskiftið. Kommunan hevði keypt 12 gamlar ljóskastarar frá herinum, ið hvør lýsti 6000 watt. Ljósstrálurnar myndaðu eitt tímaglas í kvøldarmyrkrunum og vóru tendraðar hvørt kvøld fram til midnátt. Ljósspælið sást um allan býn og var sera vakurt á at síggja.

Á hvørjum nýggjársaftan klokkan fimm seinnapart hevur GøteborgsPosten, ella GP sum vit siga her, eitt stórt nýggjárshald í havnini við fýrverki. Til hetta ársskiftið var serliga nógv gjørt burtur úr, og munandi fleiri enn vanligt høvdu leitað sær inn til býin at síggja fýrverkið.

Kommunan hevði sett sær tað mál, at eingin skuldi nýtast at sita einsamøll ella einsamallur hetta ársskiftið, og øll skuldu hava høvi at síggja partar av nýggjárshaldinum, uttan mun til hvar tey búðu, og uttan mun til teirra heilsu. Alt kvøldið var nýggjárshald við fýrverki hildið runt í teimum ymisku býarpartunum, og haldið endaði á Gøtaplássinum við ymiskum undirhaldi.

10 minuttir í 12 til 10 minuttir yvir 12 bleiv so tað gamla árið, øldin, túsundárið skotið út, og tað nýggja árið, øldin og nýggja túsundárið skotið inn við pomp og pragt. Yvir 100.000 fólk vóru komin sær inn á Avenyina, ið endar uppi á Gøtaplássinum. Tað var sum á tjúkkastu ólavsøku. Fólk vóru flest øll veitsluklødd við sjampanjuglasi í hond. Hýrurin var einastandandi og milt sagt vibrerandi. Gleði og ovfarakáti kendi einki mark hesa løtu. Tá klokkan sló 12 kom nærum andakt yvir fólk. Tað gjørdist púra friður eitt stutt bil, síðan brúsaði gleðin fram aftur, enn sterkari enn áður, fólk hálsfevndust, skálaðu í sjampanju og ynsktu hvør øðrum gott nýggjár.

Hetta var einki vanligt ársskifti, men eitt túsundáraskifti, har bæði vit menniskjur og jørðin løgdu Fiskaaldurin aftur um okkum og bóðu Vatnberaaldr-inum vælkomnum. Í jarðarinnar horskopi er hvørt tekn ráðandi í 2000 ár. Fiskaaldurin var millum annað merktur av tí kensluliga, skapandi, milda og blíða, men eisini av líðing og egoistiskum kenslum. Vatnberin er millum annað merktur av teldufrøði og háteknologi, globalum samstarvi, ansni fyri umhvørvinum og humanum viðurskiftum, har sjálvútvikling, meditation og trivnaður stendur í hásæti. Ávirkanin frá vatnberinum byrjaði av álvara at merkjast í 1960´unum.

Nógvir spádómar hava verið um 90´ini og serliga 1999. Kendasti spámaðurin man vera Nostradamus frá 1500 - talinum, sum millum annað tosar um ein 3. Heimsbardaga og um ein yvirgangskropp av einum konga í 1999. Bæði Nostradamus og onnur við honum tosa um vatnflóðir, jarðskjálvta, ódnir, veðurlagsbroytingar, ólukkur, herviligar umfarssjúkur og kríggj sum eyðkenni fyri 90´ini og tíðina um túsundáraskiftið. Hyggja við aftur at 90´unum, so vóru 90´ini júst merkt av hesum eyðkennum, og 1999 mundi helst vera svárasta árið.

Danin Asger Lorentsen man vera ein av teimum, ið serliga hevur sett seg inn í tær ymisku framtíðar forsøgnurnar. Hann hevur millum annað skrivað eina bókarøð upp á 4 bind, ið nevnist »Menneskehedens gyldne fremtid«. Í teirri fyrstu bókini »Jorden skal lyse« (Borgens Forlag, 1996) greiður hann frá tí útviklingi, sum planetin jørðin, og vit sum eru á jørðini, eru inni í andaliga sæð.

Ein sera áhugaverd bók, ið gevur okkum eina fatan av, hví tað hendir sum hendir. Hann sær jørðina sum eina livandi veru, ið hevur fingið nokk av allari dálking, kemiskari sum kensluligari. Jørðin hevur fingið nokk av okkara egoismu, líkasælu, havusjúku, maktgirnd, matrialiteti, øvundsjúku, óumhugsni o.s.fr., o.s.fr.

Hetta vísur hon okkum við at reinsa seg fyri negativitet, og tað ger hon m.a. gjøgnum regnið, jarðsjálvta, ólukkur og líðing. Hon ynskir, at vit skulu vakna og reinsa okkum sjálvi og hjálpa henni at umskapa allan tann negativitet og dálking sum hevur verið gjøgnum tíðirnar. Jú skjótari vit klára at hjálpa okkum sjálvi og jørðini, jú lættari gera vit tað fyri okkum øll.


Kirstin Didriksen,

Gøteborg