Einligir pápar hava als ongi javnrættindi!

(Javnstøðan er ein einvegis ferðsla)

Sonevnda javnstøðan millum kynini bæði hevur síðan BH-brenningin var í hæddini bert koyrt í einum sporið, tí kvinnuliga. Og hevur nakar stigið fram og víst á hetta vanbýti, verður viðkomandi bert róptur: eitt mans-sjavunistasvín! Hesin ólukku ójavni hevur eftir mínum tykki, og út frá egnum beiskum royndum volt vælferðarsamfelagnum stóran skaða, og eisini verið persónliga frælsinum at meini. Somuleiðis hevur hetta verið oyðileggjandi fyri familjumynstrið.

Karrieran framum
Hjá mongum er tað eisini komið har til, at karrieran verður sett hægri, enn tað menniskja, ið veruleikanum er sett av Gudi at fremja: At stovnað eina familju. Nógvar kvinnur eru hálvavegna, og í fleiri førum komnar upp í yvirgangsárini áðrenn tær seta tað fyrsta (og kanska tað einasta) barnið í verðina. Og í øðrum førum hevur lívfrøðiliga klokkan sligið, og tær fáa ongi børn.
Tá eg síggi menn, sum eru upp í 10 ár eldri enn eg sjálvur, vorðnir nærum hálva øld gamlir ganga og trilla barnavogn við tí fyrstfødda barninum, ja tá taki eg synd í teimum. Tí at verða ungur saman tá ið ein alir børnini upp, og eiga alla tað likamligu og sálarligu styrki, sum krevst til hesa stóru uppgávu (ikki smávegis uppgáva) má verða ein stórur fyrimunur fyri foreldrini. Kortini velja nógvar kvinnur, at karrieran skal toppa áður enn tað fyrstfødda verður borið í heim. Læknir vísa staðiliga á, at 23-30 ár eru bestu árini hjá kvinnuni at eiga børn síni, og hava somu læknar víst á vandarnir við at kvinnurnar bíða inntil hesi árini eru farin aftur um bak.

Har menn valda og gjalda
Har sum virki og arbeiðspláss eru stovnað av monnum, og ognarskarin eisini eru menn, har er tað natúrligt, at menn ráða, valda og gjalda. Sokallaður "kvinnurættur" og javnstøða kann í veruleikanum ikki koma uppá tal í hesum viðurskiftum. Taka vit dømi frá ídnaðinum og handverkinum, so er sjón fyri søgn, at tað sera fáar kvinnur, sum í heila tikið hava eina útbúgving ella hava arbeiðsroyndir, sum ger tær til sjálvskrivaðar leiðarar. Hevði tað ikki verið so, so hevði bílætið sæð øðrvísi út. Hetta eri eg onga løtu í iva um. Tað er upplagt, at mennirnir sum gjalda eisini valda!

Ræðandi dømi
Fara vit til tann stýrandi og dømandi partin av samfelagnum eru ræðandi dømi at finna. Hetta eru dømi, sum ídnu "javnstøðu- forsprákarnir", og tey sum virka innan hetta økið ongantíð taka upp á tunguna. Mest ræðandi dømi: Í danska kongaríkinum eru 4 út av 5 dómarum kvinnur. So gott, sum allir saksbehandlarir í familjurætti eru kvinnur. Og tað eri eg, og mangur annar pápar beiskliga sloppin at sanna, mong ólukkulig dømi eru um júst hetta. Í allarflestu av hesum málum døma hesir kvinnuligu dómarar ikki, sum dómarar, men sum kvinnur! Hørð orð, ja. Men mangur maður kundi stigið fram saman við mær, og skriva júst somu orð. Í hvussu er, eru dømini eru dømini 4 út av 5 møguligum har málini verða koyrd eftir einum einvegis frimili.

Lóggáva frá 1928!
Lóggávan á hesum økinum er 3/4 øld gomul. Hon er frá tíð Harrans ári, anno 1928! (1 ár áðrenn talufilmurin bleiv uppfunnin!) Hesi 75 árini hevur lógin virkað so gott, sum óbroytt. Hetta hevur givið ein grundleggjandi heilt skeivan og órættvísan framferðarhátt í hesum málum, tí lógin er so syndarliga ótíðarhóskandi! So skeivt verður farið fram, at menn í hesum ári, anno 2003 framvegis eru uttan mannarættindi og rættartrygd. Teir eru uttan møguleika fyri at kunna verja seg sjálvar, einasti (for)rætturin teir hava er at smíla tá barnapeningurin skal gjaldast við kassa 1.

Broyting hend
síðstu 20-30 árini
Børnini eru ein sjálvsagdur rættur hjá kvinnuni. Og lívfrøðiliga eigur hon sjálvandi helvtina í teimum. Men ein stór broyting er farin fram síðstu 20-30 árini, um vit taka støðið í lógini frá 1928. Í dag er tað í flestu førum kvinnurnar, sum finna sær ein annan maka, og ikki mennirnir, mótsatt støðuni í 1928! Kortini verður tað roknað at verða í fínasta ordan, at tað er maðurin sum pakkar sekkin, og má rýma úr húsinum, frá syndarligu leivdunum og út í eina armóðstilveru har hann má byrja alt av nýggjum.
Einki og eingin talar fyri hann, ella hansara vegna tá rætturin talar! Og typiskt skal maðurin av við 30-50% av lønini hjá sær í 5 ár ella meira, alt eftir hvat fyrrverandi makin krevur. Maðurin hevur einki at siga, kvinnan kann týggja sær, sum hon vil. Børnini verða brúkt sum eitt sterkt vápn ímóti manninum. Og ikki bilar tað nakað, at ein kann vísa á nógvar veikleikar og manglar við kvinnuni. Nei! Hon er í einum kvinnuheimi, og opnar maðurin munnin so fær hann bert tess minni at siga, og fær typiskt ikki loyvi at vera saman við børnum sínum!

Neyvan lógligt?
Um hetta er lógligt ivist eg stórliga í. Men hetta er eftirhondini ein standard framferðarháttur móti manninum. Tey, sum varða av javnstøðuni í landi okkara oysa volapykk, gor og gall yvir okkum um "manglandi" javnstøðuni hjá kvinnuni. Manglandi javnstøðan hjá monnunum, sum hevur verið framd síðan 1928 verður ikki tikin upp á tungu. Feministarnir hava eitt sera turt og einfalt roknistykki, sum sigur: 4 kvinnur og 1 maður í eini nevnd ella høgum starvi = javnstøða!!?? Politisku flokkarnir, sum siga siga seg hava moral, etikk og siðsemi í spjaldri sínum hava sett kikaran fyri blinda eyga í hesum stóra álvarsmáli. Og tey, sum varða av lógarsmíðinum hava ov nógvar reyðar sokkar í klædnaskápum sínum. Og so fara tey ikki í arbeiðsklæðini, og brúka heldur ikki "amboðskassan" fyri at fáa lógina frá 1928 broytta, so hon javnstillar kynini bæði. Ringt er at byggja land við einum feministiskum baklandi, tað má ásannast!

Javnstøða = kvinnuligt einaræði?
So fyri okkara part kennist henda sokallaða "javnstøðan", sum ein táta. Einasta javnstøða vit kenna er í fótbólti! (1-1, 2-2). Tí spyrja mangir av okkum, um "javnstøðan" ikki er ein kamuflering fyri kvinnuligum einaræði?? Hvussu nógvar miljónir kundi samfelagið ikki spart, um familjurættur hevði verið familjurættur, og ikki sum í dag: kvinnurættur, eina og aleina! Líkastillingin í verandi líki hevur so sanniliga spælt falitt, og kortini hevur ongin (mans)mót til at broyta henda ójavnan í mannarættindinum! Segði onkur: "kvinnuræðisnevnd"?

Eigur tað at verða so?
Eigur tað veruliga at verða so? Í so fall má undirritaði verða føddur 200 ár ov seint. Kæru fólkavaldu: Um tit eru ov bangnir fyri at lata eyguni upp fyri hesum trupuleika, bara fyri ikki at verða kallaðir: mans-sjavunistar. Ja so kunnu tit stinga í sekkin og fara heim. Tí verður hildið fram við hesum ójavna millum kynini verður skjótt galin endi. Er mansevni í tykkum, broyta tit hesa ólukku lóg frá 1928.

Eitt ríkt lív
Eitt ríkt lív eigur ikki at verða uppá uppskrift og lógaráseting frá Tinganesi. Men heldur eitt úrslit av okkara persónliga frælsi, sum menn og kvinnur. Takk fyri upptøkuna.

P.S. Míni 3 børn ynska øll at verða hjá mær. Men 2 teirra eru burturdømd at skula verða hjá mammuni niðri í Danmark móti sínum egna vilja.
Hvar eru rættindini hjá børnunum? Torir nakar at svara?