<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Tað var ein fegin mannfjøld, ið var samankomin í Skálanum í Klaksvík mikukvøldið at heilsa nýggja landsstýrismanninum, Bjørn Kalsø.
Ikki kann sigast annað enn, at Sambandsflokkurin seinastu vikurnar hevur verið fyri hørðum ákoyringum, sum tó eina mest hava gingið út yvir Jóhan Dahl og familju hansara.
Men lívið má halda fram og hesaferð var høvið ein hátíðar- og gleðisløta fyri norðoyingar.
Tað var Norðoya Sambandsfelag, sum var vertur við móttøkuna, har bæði høg og lág, stór og smá, útvið 300 í tali, høvdu leitað sær inn á gólvið.
Hýrurin var góður og fólk veruliga frøddust um, at norðingar høvdu fingið landsstýrismannin við fiskivinnumálum.
Nógvar røður vóru hildnar og týðiliga kom fram, at Bjørn Kalsø er sera væl umtóktur maður. Fólk úr øllum politisku flokkunum heilsaðu honum og bóru honum góðynski við á vegnum.