- Eg hoyrdi eitt sindur frá vinum og fólki annars, tá eg royndi hesa leiðina, men eg hevði næstan væntað at hoyra meira. Eg haldi vantandi vitan er orsøkin til slíkt, sigur Jón Gærdbo, sum í august verður liðugur sum heilsuhjálpari á Almanna- og heilsuskúlanum á Tvøroyri. Og har er hann einsamallur hani á skúlabonki.
Næmingarnir hava júst verið í starvsvenjing og Jón ver á Suðuroyar Ellis- og røktarheimi.
- Men tað hevur hjálpt væl, at mannfólk eru har frammanundan, sigur Jón.
Og tað kanska júst hetta , sum ger søguna meira sjáldsama, tí Jón fekk mannligan vegleiðara í starvsvenjingartíðini, hóast starvsøkið í stóran mun hevur verið mett sum kvinnuøki og hóast nøkur mannfólk starvast innan hetta økið, so eru tey ikki mong.
Í starvinum havi eg ikki hoyrt nakað keðiligt frá fólki, ella at tey heldur vildu havt eina kvinnu, men onkur hevði á orði, at ?hasin má vera gamal drongur?, skemtar Jón.
Trívist væl
Sólin ær henda dagin vit vitja á Ellis- og røktarheiminum. Innkomin sær ein eldri fólk og fleiri starvsfólk, kvinnur. Eftir at hava fregnast fæst at vita, at Jón er á fyrstu hurð vinstrumegin. Har er kontór og Jón og nakrir kvinnuligir starvsfelagar.
- Aftur fín vitjan nú. Anders (Fogh, blðm.) hevur júst verið, ljóðar tað skemtiliga, so ongin ivi er um, at her trívast tey væl og samstarva væl. Kaffi kemur á borðið.
Og Kvinnuligu starvsfelagarnir fegnast eisini um at fáa mannfólk innan starvsøkið, tí tað krevst og har eru uppgávur, sum teir kanska eisini eru betri til, enn kvinnur. Og at mannfólk koma inn á eitt øki, sum annars hveur verið fólkað við kvinnuligum starvandi, hava tær einki ímóti. Og har á staðnum eru tey enntá von við mannligu starvsfelagarnar, tí tveir eru frammanundan.
Jón var heppin og fekk mannligan vegleiðara, sum kanska gjørdi tað heldur lættari fyri allar partar í byrjanini, eru tey samd um á skrivstovuni. Og tá talt verður upp, so eru nøkur mannfólk, ið starvast á staðnum.
Og Jón kennir vegleiðara sín, tí báðir eru teir kendir frá VB fótbólti. Tá Jón byrjaði, fekk hann Jón Paula Olsen sum vegleiðara. Jón Pauli er heilsuatstøðingur og starvast á Ellisheiminum og har starvast eisini Arni Hammer, pleygari. Og ein, sum ikki at undrast á (!) er mannfólk, er húsavørðurin. Húsavørðurin, Eyðun Kjærbo, hyggur framvið. Jú, her er eitt ávíst býti, men javnvág er so langt frá.
- Hetta er serligt øki, men tað er alt meira vanligt við mannfólki á økinum. Og eisini hinvegin, at konufólk læra til skipara og annað, sigur Jón, sum er annað mannfólki, sum hevur verið í starvsvenjing har á staðnum, men á skúlnum er hann einsamallur hani, men trívist væl.
- Mong eru í sama aldursbólki og eg kendi onkran frammanundan. Eg havi lært nógv, eisini um meg sjálvan, sigur 27 ára gamli Jón Gærdbo.
- Eg vildi royna okkurt nýtt. At arbeiða við fólki er áhugavert og so var møguleikin at fara á skúlan eisini í oynni, sigur Jón, sum eisini hevur verið í starvsvenjing í Havn og var har einamallur hani innan heimarøktina.
Jón hevur arbeitt sum arbeiðsmaður í fleiri ár, so munurin er stórur, heldur hann, men hann er fegin um at hann valdi hesa leiðina og gleðir seg, til hann er liðugur í august.
Vegleiðarin: áhugavert starv
Tað tekur eitt ár at læra til heilsuhjálpara. Velur ein so at fara víðari til heilsuatstøðing, so eru á leið eitt til hálvtannað ár afturat.
Jón ætlar sær víðari, tá hetta gerst møguligt. Í løtuni verður arbeitt við ætlan, so tað gerst møguligt at gerast atstøðingur eisini. Og Jón leggur dent á, at hann viðmælir skúlan.
Vegleiðin hjá Jón, Jón Pauli, hevur starvast eini 5 ár á Ellisheiminum, men hví valdi hann hesa leiðina?
- Hjá mær var tað av tilvild. Konan fór niður at lesa og niðri valdi eg so at royna hetta -og mær hevur dámað væl. Og at fáast við fólk, eldri fólk, tað er nakað fyri meg, kann ein siga. Eg var liðugur í 1994 sum heilsuatstøðingur, ella assistentur, sigur Jón Pauli Olsen.
- At arbeiða við fólki krevur nógv og ein skal duga við fólki. T.d. er skjótt at taka yvir, ístaðin fyri at fólk sjálvi sleppa at royna seg, so tol krevst, sigur Jón Pauli, sum fegnast um, at fleiri mannfólk royna seg sum heilsuhjálparar og atstøðingar.
- Møguleikarnar eru so mangir, tá hugsað verður um starvsøkini. Men framvegis eru mannfólkini á økinum fá. Niðri er vanligari við mannfólki á hesum økinum, men í Føroyum eru vit ofta eini 10 ári aftafyri, sigur Jón Pauli, sum annars letur væl at starvi sínum og nýggja heilsuhjálparanum, sum hann hevur havt í stavsvenjing.