Prát
Toppskjúttin hjá føroyingum í EM-undankappingini, John Petersen, hevði ikki ein av sínum bestu landsdystum mikukvøldið. Hann ásannaði eisini eftir dystin, at tað var sera einsamalt í álopinum, og at tað gekk striltið við at fáa hjálp frá miðvøllinum.
Vit vóru sera einsamallir í dag, men tað skert ikki burtur, at stórur partur av orkuni fór bara við at halda tørn ímóti týskarunum, og tí høvdu vit ikki nógv at arbeiða við í dag. Vit vóru hepnir at halda týskarunum so leingi, men tá tað kortini var so nær við, er tað sjálvsagt stórt spell at vit ikki binda um heilin fingur. Vit halda væl betri upp á bóltin í dag, enn vit gjørdu ímóti Íslandi, men vit høvdu ongan málmøguleika. Vit arbeiða harafturímóti ótrúliga væl allan dystin, sigur John Petersen.
Spurdur um, hvussu hýrurin var skiftingarrúminum eftir dystin, svarar John, at hóast leikararnir og venjarin vóru væl nøgdir við avrikið, so kendist sjálvsagt hugtungt aftur at tapa í síðstu løtu.