Eirik Johansen Band fer at spæla til dans á Hálsi í annaðkvøld Eirik Johansen hevur áður spælt í Føroyum, og tá var høllin á Skála á tremur við fólki.
Eirik Johansen hevur egnan bólk við sær til Føroya, og teir telja seks mans, teir fara at spæla hittini hjá Scandinavia, Gluntan og øðrum dansibandsbólkum.
Eirik Johansen fer á pall í høllini á Hálsi á midnátt í annaðkvøld. Continue við Erling Berg koma at hita upp.
Atgongumerki fáast í forsølu á Kunningarstovunum í Havn, Klaksvík, Tvøroyri og Runavík.
NRK P1 radio fylgir Eirik Johansen band á ferðini til Føroya. Kendi norski útvarpsmaðurin, Erik Kofoed fylgir teimum á ferðini kring Føroyar.
Klokkan 16.10 vitjar Eirik Johansen Band seinnapartssendingina hjá Rás2.