Eisini í Sørvági var Lómur av Argjum

fremstur í kappinini millum 6-mannafør kvinnur í masterróðrinum. Í Fuglafirði var Lómur eitt vet frammanfyri Gongurólv, sum var eina bátslongd frammanfyri Sølmund. Í Sørvági vann Lómur á Sølmundi við meiri enn hálvari bátslongd. Gongurólvur var aftanfyri Riddaran, ið varð nummar trý, og frammanfyri Skúgv.