Eisini ósannleiki um valskipanina hjá Fiskimannafelagnum

Óli Jacobsen

Tað tykist sum, at einki mark er fyri, hvussu fúlur og destruktivur Dan R. Petersen er í síni herferð móti sitandi formanni í FF. Endamálið er at oyðileggja mítt trúvirði fyri ein og hvønn prís, hóast tað er ein spurningur, um hann er tann rætti maður at seta spurnartekin við trúvirðið hjá nøkrum sum helst.

Nú rør hann uppundir, at valskipanin í FF er "illgrunasom", og tá viðtøkurnar stava frá míni tíð sum formaður, so er tað eisini eg, sum eri arkitekturin aftanfyri hesum.
At fara so langt sum at sáa iva um valmannagongd er ótrúliga groft, og serliga tá tað verður farið so lætt um verunleikan sum her.

Sannleikin er hesin:
Tá eg gjørdist formaður í 1971 hevði felagið eina felagslóg, sum var nærum óbroytt, síðan felagið var stovnað. Hon var grundað á slupptíðina, tá allir fiskimenn vóru heima í senn.

Frá 1932 var skipanin tann, at hvør sýsla kundi stilla upp eitt valevni til formann, og tað var meirilutin av sóknunum, sum her var avgerandi.

Eisini var ásett, at sjálvt valið skuldi haldast innan 48 tímar í hvørji sókn, og førdi hetta til sera misjavna luttøku. Atkvøðuseðlarnir skuldu sendast til FF, og tann, sum atkvøddi, skuldi skriva navnið á sjálvan atkvøðuseðilin.

Tá eg gjørdist formaður, fekk felagið eina heilt nýggja lóg. Viðvíkjandi valskipan vóru broytingarnar hesar:

Manningar á skipum fingu møguleika at stilla upp.
Meðan atkvøðuseðlarnir fyrr skuldu sendast til skrivstovu FFs, skuldu teir nú sendast til grannskoðara felagsins, og valini skuldu vera duld.
Tað er beinleiðis ásett, at menn, sum eru burtur, skulu hava høvi at velja, og tí er freistin at velja longd eina 1 mánaða frá 1. januar til 1. februar.

At fráboðan um uppstilling verður send felagsskrivstovuni er ein skipan, sum hevur verið galdandi síðan 1932, og eingin hevur fyrr reist nakran iva um mannagongdina, heldur ikki meðan eg havi verið formaður, og skrivstova FF hevur í míni tíð fyrr skipað fyri trimum formansvalum.

Tað er tískil einki grundarlag fyri teirri hálvkvøddu vísuni hjá Dan R. Petersen, at eg havi snøggað eina valskipan til, sum gevur sitandi formanni stórar fyrimunir. Tað er beint tvørtur ímóti við møguleikanum hjá kanska 100 manningum at stilla upp.