Føroyska manslandsliðið í hondbólti gav Finnlandi ein skarpari gang í dag enn ígjár.
Ígjár taptu Føroyar 24-29 (11-10) ímóti Finnlandi. Í dag gjørdist talan um eitt tepurt 25-27 tap. Finnland var á odda 15-12 í steðginum.
Málskjúttar hjá Føroyum: Peter Krogh 7, Jónas Djurhuus 4, Fríði Weyhe 4, Rói Berg Hansen 2, Rókur Akralíð 2, Vilhelm Poulsen 2, Brandur Halgirsson 1, Helgi Hoydal 1, Vilhelm Vilhelmsen 1, Hans Eli Sigurdbjørnsson 1.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina stutta samrøðu við landsliðsvenjaran, Sonna Larsen sum skuldi skunda sær umborð á flogfarið til Keypmannahavnar.
Sonni Larsen heldur, at talan var um eitt væl betri avrik enn ígjár. Tó iðrar Sonni seg um, at menn ikki vóru neyvari tí so kundi tað koppað til ein sigur til Føroyar.
Sonni Larsen og Jeppe Borch fara at taka út hópin til EM-undankappingardystirnar ímóti Montenegro og Danmark í komandi viku. Hópurin verður kunngjørdur hósdagin.