Eitt dapurt sjeyti ára minni

Oddagrein:

1. september var sjeyti ára dagurin fyri álopi Nazitýsklands á Polen. Tað var henda hending, sum beinleiðis elvdi til annan heimsbardaga. Upprunan skulu vit finna í nazismuni og tí sera ágangandi politikki, sum oddamaðurin í nazistisku rørsluni Adolf Hitler rak. Eftir at Hitler uttan at vestanveldini rættu hond frá síðu hevði innlimað Sudetenland og Eysturríki í Nazitýskland hendi tað, sum eingin hevði droymt um: Sovjet og Nazitýskland gjørdu tann 23. august 1939 ikki álopssáttmála.

 

Við sáttmálanum tryggjaðu bæði stórveldini síni áhugamál í Eystureuropa. Tann 1. september sama ár leyp Nazitýskland á Polen og tann 17. september gjørdi Sovjet innrás í Polen, sum varð strikað av Europakortinum. Bretland og Frakland høvdu tryggjað sjálvstøðu Polens og lýstu tey tann 3. september kríggj móti Nazitýsklandi. Tað eru sostatt í dag liðin sjeyti ár, síðan annar heimsbardagi brast á. Annar heimsbardagi er hitt mest ræðuliga kríggj, ið mannaættin hevur upplivað.

 

Sum kunnugt helt vinarlagið millum Sovjet og Nazitýskland ikki og tann 22. juni 1941 leyp Hitler á Sovjetsamveldið, sum soleiðis gjørdist sameint við vestanveldini. Kríggið breiddi seg til Asia og við álopi Japans tann 7. desember 1941 varð USA drigið inn í ragnarokið.

 

2. heimsbardagi endaði í maj 1945, tó varð ikki friður við Japan fyrr enn í august sama ár. Kríggið kostaði yvir fimti milliónir mannalív og tá alt var av, var heimurin ein annar. Í hesum kríggi varð farið út um øll vanlig menniskjanslig mørk, eitt nú við konzentratiónslegunum. Nútímans tøkni setti dám á kríggið, sum í stóran mun varð vent móti sivilfólkinum á báðum síðum. Stórbýir vórðu lagdir í oyði, heimshøvini gjørdust vígvøllur og á landsbygd í Sovjet, í Kina og víða hvar í Europa framdu nazistisku hersetingarvøldini og teirra sameindu ein yvirgang, sum heimurin ikki áður hevði sæð makan til. Serstakliga dapur er kapittulin um jødatýningina, sum fór fram í týsku kz legunum, har seks milliónir vórðu dripnar.

 

Sum nevnt var heimurin ein annar, tá heimsbardagin endaliga í august 1945 var av. USA endaði við at tveita atombumburnar yvir Hiroshima og Nagasaki og var hetta ein hending, sum avgerandi broytti heimin. Fyri fyrstu ferð stóð heimurin við einum vápni, sum í einum kundi týna alla mannaættina.

 

Eisini friðurin bar í sær spírar til nýggj stríð, spenningar og Kalda kríggið, ið vardi til Berlinmúrurin fall. Jaligu avleiðingarnar av øðrum heimsbardaga vóru fyrst og fremst, at nazisman, størsta hóttanin móti fólkaræði, humanismu og mannarættindum, varð niðurbard. Flestu hjálond fingu frælsi ikki minst takkað verið ST, ið tey sameindu stovnaðu til tess at tryggja frið og fólkaræði í heiminum.

 

Eisini Føroyar fingu beiskleika krígsins at smakka. Føroyskir sjómenn silgdu til Bretlands við fiski og góvu soleiðis teirra íkast til bardagan móti nazistiska ræðuleikanum. Men prísurin var høgur - mangir av okkara sjómonnum lótu lív og nógv børn gjørdust faðirleys. Hetta eigur ongantíð at verða gloymt, men eiga vit støðugt at minnast hesar menn við størstu virðing og takksemi.