Tað var ein fróur oljumálaráðharri, sum hósdagin vitjaði umborð á fyrsta oljuboripallinum í føroyskum sjógvi nakrantíð.
? Tað sá eitt sindur svart í morgun, men tað bleiv ein góður dagur ? og nú sær sólin, sigur Eyðun Elttør, týðuliga fegin.
Nú er Sovereign Explorer ikki ein stórur boripallur. Til ummáls er hann 91 ferðir 78 metrar ? ella 7.098 fermetrar ? tó í fleiri hæddum. Tað er tí, at hesin boripallurin er ein leitingarpallur, sum bara hevur til uppgávu at bora, ikki at framleiða ella fáa oljuna upp.
Spurdur, um hann hevði roknað við at uppliva at vera umborð á einum oljuboripalli í føroyskum sjógvi í hesum valskeiðnum, viðgongur Eyðun Elttør, at tað ikki lá fremst í huga í mai 1998.
? Tá var tað stríðið um markið millum Bretland og Føroyar sum lá fremst at loysa. Síðan tað málið varð loyst í 1999 hevur gingið so skjótt framá, sigur Eyðun Elttør.
? Eg hugsaði, at okkurt fór at henda, men eg hevði ikki roknað við, at tað fór at ganga so skjótt, viðgongur hann.
Nógv minnast kanska, tá Eyðun Elttør var útnevndur sum fyrsti landsstýrismaður í oljumálum. Tá segði hann við sjónvarpið, at okkurt kendi hann til olju, tí hann var maskinmeistari ? um ikki annað, so til smyrjiolju, legði hann tá smílandi afturat. Men hvussu nógv veit oljumálaráðharrin í dag?
? Jú, tað er nógv hent á mínum málsøki. Sjálvur havi eg fingið sera nógv burtur úr, og hetta arbeiðið hevur verið ógvuliga spennandi og mennandi. Bara tað at ein boripallur nú stendur á føroyskum øki, og at vit sjálvi nú eru farin at bora, hóast aðrir gera tað fyri okkum, tað er fantastiskt, sigur Eyðun Elttør.
Verður olja funnin, so vænta teir hjá Statoil, at tað ganga fimm ár, til oljuframleiðsla fer í gongd. Eyðun Elttør sigur, at fleiri meta, at hetta tíðarskeiðið kann verða enn styttri, so tann, ið verður komandi oljumálaráðharri, hann kann uppliva stórar broytingar á hesum málsøki ? men er Eyðun Elttør tá til dystin fús?
? Stilli eg upp, og verði eg valdur ? ella verða boð eftir mær at halda fram í landsstýrinum, so geri eg tað fegin, sigur Eyðun Elttør..