Eitt fólk sum er illa fyri er funnið í Patapsco River í Baltimore, har ein motorvegbrúg er sokkin saman í nátt.
Tað sigur James Wallace, sum er sløkkiliðsleiðari í Baltimore, á tíðindafundi, sum millum annað verður sendur hjá CBS News.
Ein persónur afturat er bjargaður úr sjónum.
Bjargingarfólk leita framvegis eftir minst sjey persónum á sjónum, sigur James Wallace.
– Tað er eitt stórt øki, har vit skulu leita, sigur James Wallace.
Hildið verður harumframt at í minsta lagi sjey bilar eru farnir á sjógv.
Brúgvin sakk saman, tá eitt bingjuskip sigldi inn í brúnna klokkan 01.30 lokala tíð – klokkan 05.034 okkara tíð.
Á tíðindafundi kom fram, at manningin enn er á skipinum, sum siglir fyri danska reiðaríið Mærsk.
/ritzau/
Patrick Semansky/AP/Ritzau Scanpix
Nathan Howard/Reuters/Ritzau Scanpix
Jayme Krause/Reuters/Ritzau Scanpix
Brendan Smialowski/AFP/Ritzau Scanpix
Steve Ruark/AP/Ritzau Scanpix
Steve Ruark/AP/Ritzau Scanpix
Jim Lo Scalzo/EPA/Ritzau Scanpix
Steve Ruark/AP/Ritzau Scanpix
Jim Lo Scalzo/EPA/Ritzau Scanpix