Eitt harðskapsmál á Summar Festivalinum meldað

Løgreglan veit, hvør hevur sligið og fer at kanna málið nærri

Eitt mál um harðskap á Summar Festivalinum varð í gjár meldað til løgregluna. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan er ikki um eitt stórt mál, men tað verður nú kannað nærri. Løgreglan veit, hvør tað er, ið skal hava sligið.

Og gjáramorgunin var ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning í norðurøkinum.

Eftir festivalin í gjár vóru nógvir kampingvognar á vegnum, og í hesum sambandi gjørdi løgreglan eisini kanningar tí viðvíkjandi. Har var ein persónur skrivaður, sum ikki hevði rætta koyrikortið. Vaktleiðarin sigur, at fleiri varnast ikki, at tá kampingvognur og bilur fara upp um 3.500 kg, so krevst koyrikortið, ið nevnist BE. Tá er vanliga koyrikortið ikki nóg mikið. Bilførarin fær í øllum førum bót fyri tað, sigur vaktleiðarin.

Í Klaksvík fingu tveir bilførarar bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra ímóti ferðslurætninginum, har ferðslan er einsrættað.

Annaras hevur talan verið um eitt friðarligt vikuskiftið, sigur vaktleiðarin.