Eitt heilt serligt mál

U21: Pætur Mikkjalsson bleiv heldur óvætnað fyrsti føroyski málskjúttin

Pætur Mikkjalsson úr Neistanum bleiv fyrsti føroyingurin at skjóta mál í einum HM-endaspæli, tá Føroyar týsdagin vunnu 31-28 á Kili.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin omanfyri

 

-Tað ber ikki til at seta orð hvussu stórt hetta tað. Tað er altíð ein góð kensla at skora fyri føroyska landsliðið, men at skjóta fyrsta málið í einum HM-endaspælið er nakað heilt serligt, sigur Pætur Mikkjalsson.

 

Les eisini: U21 landsliði ger eina útskifting

 

Tað lá annars ikki í kortunum, at hann skuldi skjóta fyrsta málið, tí hann byrjaði á bonkinum. Tað eru bara farnir tveir og ein hálvur minuttir, tá Helgi Hoydal fer at bløða næsablóð og skal út.

 

Les eisini: Stuttleiki áðrenn álvara

 

-Eg hevði akkurát sett meg niður og var ikki serliga klárur at koma inn. Eg royndi bara at kasta tað av mær og taka tað róligt. Vit fara í skjótálop og Teis Horn Rasmussen fær spælt bóltin inn til mín beinanvegin, sigur Pætur Mikkjalsson um løtuna, tá hann gjørdist søguligur málskjútti í føroyskari ítróttarsøgur.

 

Pætur Mikkjalsson og restin av U21 landsliðnum skal í kvøld klokkan 20 spæla móti Suðurkorea. Rás2 sigur frá dystinum.