Eitt hjartasuff

Í blaðnum hevur verið nakað gjørt burtur úr umhvørvi og hvussu reint tað er vorðið í teimum ymsu kommununum

Harafturat hevur IRF eisini meldað út, hvussu nógv summar kommunur gera fyri umhvørvi. Teir megna ikki at brenna alt ruski sum kemur inn.

Í Sosialinum frá 23/1 stóð aftur ein grein um umhvørvi og um hvussu nógv verður gjørt í teimum ymsu kommununum fyri, at tað skal verða so reint og ruddiligt sum gjørligt.

Eg búgvi í Skála kommunu inni á Skálafirði. Sum øllum kunnugt, so liggja 5 kommunur við Skálafjørðin, við einum fólkatali uppá áleið 2500-3000. (Hettar er bert eitt met).

Tað nógva av tí ruski, sum kemur frá hesum fólkum og teimum skipum, sum sigla inn og út av fjørðinum, verður tveitt á sjógv uttan at kommunurnar gera nóg mikið, fyri at forða hesum.

Alt tað sum flýtur so sum plastikk, plastdunkar og annað rekur so inn á sandin í Skálafirði til miklan ampa hjá okkum, sum búgva í hesi bygd. Í vindi liggur alt og fýkur runt í bygdini og endar inn ímillum húsini og í bøin, sum er avtakin í plastikk, tundrum, dunkum øðrum.

Sandurin varð ruddaður millum jól og nýggjár, av bygdarfólkinum. Tað gingu bert 3 dagar við lágætt, so var sandurin aftur avtikin av ruski.

Tað hevði verið sera gott, um tit høvdu vilja tikið ruskspurningin runt Skálafjørðin upp í blaðið tykkara og viðgjørt hann. Bygdarfólki hevur heitt bæði á okkara egnu kommunu og á Kongshavnar Havn um at fáa greiði á hesum, fyri okkum so týðandi máli, men tað er sum at sláa í stein, einki verður gjørt.

Tit skuldu ómakað tykkum ein túr inn á sandin í Skálafirði, so høvdu tit sæð alla óhumskuna sum liggur á sandinum og langt norður í bøin.

Tað er so vælsignað lætt, at sita út i á Argjum í eini fjálgari skrivstovu við eini teldu framman fyri sær og skriva tað niður, sum kemur einum fyri oyra.


Vinarliga

Almfinn Jacobsen