- Tá eg slapp á føtur aftur eftir at hava ligið í seingini í eitt hálvt ár, byrjaði eg at venja, og hetta gjørdi mær so gott, at eg vildi meira, sigur Jákup Petur Eliassen. Mynd: Terje Hansen.

Eitt kærkomið oyra til Eydnudeildina

Tað ber til í dag aftrat at stuðla Eydnudeildini í hondbólti, sum var eitt av málunum við teimum 18 túrunum hjá Jákup Peturi Eliassen (43) og Ken Bærentsen (51) niðan á Slættaratind.

 

- Tá eg slapp á føtur aftur eftir at hava ligið í seingini í eitt hálvt ár, byrjaði eg at venja, og hetta gjørdi mær so gott, at eg vildi meira, sigur Jákup Petur Eliassen. Mynd: Terje Hansen.

- Um tú ikki hevur ráð, so lat verða. Men um tú hevur, og tú hevur hug, ert tú vælkomin at stuðla Eydnudeildini á konto 9865-3135467. Innsamlingin koyrir til fríggjadagin 27. august, sum er í dag, og seinni verður meldað út um, hvat er komið inn. Túsund takk fyri allan stuðul!

 

Soleiðis skrivar Jákup Petur Eliassen á sínari Facebook-síðu í vikuni.

 

Miðlingasonurin hjá honum og konuni, Súsonnu Eliassen, spælir hondbólt í Eydnudeildini, og stóra átakið hjá systkinabørnunum báðum, Jákup Peturi og Ken - at ganga 18 túrar niðan á Slættaratind og harvið gera ein Everesting - var at savna inn nakrar krónur til Eydnudeildina.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum í dag, er stór samrøða við Jákup Petur Eliassen við yvirskriftini: "Eg føli meg livandi, tá eg trýsti meg sjálvan..."

 

Í samrøðuni greiðir hin 43 ára gamli frá, hvussu hann - eftir at hava ligið í seingini í eitt hálvt ár eftir skurðviðgerð í rygginum í 2016 - kom á føtur aftur og byrjaði at venja. 

 

- Tá eg slapp á føtur aftur, byrjaði eg at venja, og hetta gjørdi mær so gott, at eg vildi meira, sigur hann í samrøðuni, har hann eisini greiðir frá, at nógv hendi í lívinum hjá honum um hetta mundi og árini eftir.

 

- Í februar í 2018 doyði systir mín eftir stutta sjúkralegu. Hon var 41 ára gomul og doyði frá manni og fýra smábørnum. Eg veit, at hon eisini hevði nógvar dreymar.

 

Jákup Petur Eliassen sigur, at bæði hansara egna sjúkralega í 2016 og tað, at systir hansara doyði so ung tvey ár seinni, fekk hann at hugsa nógv um lívið og um tað, at lívið - tá illa vil til - kann vera burtur eftir ongari løtu.

 

 

 

 

 

 

 

- Tá eg slapp á føtur aftur eftir at hava ligið í seingini í eitt hálvt ár, byrjaði eg at venja, og hetta gjørdi mær so gott, at eg vildi meira, sigur Jákup Petur Eliassen. Mynd: Terje Hansen.