Komandi 14 dagarnar fáa øll ókeypis atgongd til ikki færri enn tríggjar nýggjar orðabøkur, sum vórðu lagdar út á heimasíðuna hjá forlagnum Sprotanum í gjár. 75.000 leitiorð eru nú tøk í hvørji av teimum trimum orðabókunum, sum samlað er størsta orðabókaverk vit nú eiga í Føroyum. Hetta er fyribils endaliga úrslitið av arbeiðinum, sum teir báðir Jonhard Mikkelsen og Annfinnur í Skála byrjaðu í 1990, tá fyrsta enskt-føroyska orðabókin hjá forlagnum kom út. Enskt-føroyska orðabókin umframt tann danskt-føroyska, sum kom út í 1998, eru nú dagførdar og lagdar út á alnótina saman við eini spildurnýggjari føroyskt-enskt orðabók.
Brúkaravinarligar
Ein aðaltanki hjá høvundunum við nýggju orðabókunum er, at øll skulu kunna finna orðið, tey leita eftir, uttan mun til, hvat slag av føroyskum, tey brúka. Tað merkir til dømis, at tú hevur sama møguleika at finna fram til enska orðið ?adopt?, óansæð um tú vanliga brúkar orðið ?adoptera? ella ?ættleiða?. Í slíkum førum av vanligari dupultari málnýtslu eru bæði orðini tikin við. So hóast bøkurnar í høvðusheitum byggja á Móðurmálsorðabókina, eru tær munandi meir liðiligar og brúkaravinarligar. Eitt nú eru 15.000 fleiri leitiorð í føroyskt-enskt orðabókini, við tað at høvundarnir hava valt at tikið nógv fleiri vanligar orðasamansetingar við.
Ein brúkari skal heldur ikki koma tómhentur frá orðabókini fyri tað, um hann eitt nú ikki kann koma í tankar um føroyska orðið fyri ?bebreida?. So er bara at sláa upp í donsku orðabókina, har tú fært orðið ?brigsla?, sum síðani førir teg víðari til ensku merkingina. Tær tríggjar orðabøkurnar eru nevniliga samskipaðar soleiðis, at tú allatíðina verður førdur beinleiðis víðari og ikki noyðist fara út úr bókini og gera eina nýggja leiting hvørja ferð.
Málforum
Hugskotið við at leggja bøkurnar út á alnótina eina tíð, áðrenn tær fara til prentingar, gevur høvundunum heilt nýggjar møguleikar at koma á tal við brúkarnar. Ætlanin við hesum er at geva øllum høvi at koma við viðmerkingum, so høvundarnir fáa kunnu gera broytingar so hvørt og annars dagføra bøkurnar í samráð við brúkarnar. So í nakrar mánaðir hava vit fyri fyrstu ferð í Føroyum tríggjar livandi orðabøkur, sum meir enn nakað endurspegla, hvussu livandi okkara mál er, og at seinasta orðið ongantíð er sagt, tá tað ræður um orðabókagerð
Samskiftið við brúkararnar fer fram umvegis heimasíðuna www.sprotin.fo, sum samstundis fera at virka sum eitt málsligt kjak- og tænastuforum. Á síðuni er til dømis ein ?Málsmiðja?, har ymsir aktuellir málsligir spurningar verða tiknir upp, umframt at øll eru vælkomin at blanda seg uppí kjakið í teiginum ?Málspark?. Høvundarnir leggja áherðslu á, at teigurin ikki er ætlaður sum ein málslig løgreglutænasta, men verður onkur málsligur feilur trúttaður niður í fólk, ætla teir sær at taka hann upp í ?Málsparkinum?, har teir eisini fara at skjóta upp, hvussu pjøssa kann verða um skeivu orðingina.
Tað hevur fleiri ferðir verið nevnt, at vit í Føroyum áttu at havt eina almenna málsliga ráðgeving, so øll hava sama møguleika at orða seg rætt og hóskiliga, uttan mun til, hvørjar málsligar førleikar tey annars hava. Hendan tankan hava tey á Sprotanum nú víðka og gjørt til veruleika við at bjóða øllum atgongd til týðara-, rættlesara- og tekstatænastu. Við at seta teg í samband við forlagið, kanst tú fáa tín tekst týddan, rættlisnan ella snikkaðan til, so hann raka á júst tann hátt, tú ætlaði.
Tjóðskaparligt bragd
Rættiliga nógv fólk vóru komin at lýða á, tá nýggju orðabøkurnar vórðu lagdar fram á samkomu í Fjørukrónni í Vestmanna í gjár. Ikki færri enn tríggir fyrr- og núverandi mentamálaráðharrar høvdu nýtt høvið at síggja úrslitið av einum arbeiði, teir allir so ella so hava verið partur av. Ikki minst fyri Tórbjørn Jacobsen var løtan ein av teimum heilt serstøku. Tað var nevniliga, meðan Tórbjørn sat sum mentamálaráðharri, at pengar endaliga vórðu játtaðir til stóru verkætlanina hjá teimum báðum orðabókahøvundunum. Í røðuni til teir báðar segði Tórbjørn millum annað
-?Í einum stuttum tíðarhvarvið kom eg at hava ávirkan á, hvat ið hendi á føroyska mentanarpallinum. Politikkurin var heilt greiður, føroyingar skuldu kunna brúka sítt egna mál í samskiftinum við í hvussu er øll tey stóru málini í heiminum, báðar vegir. Økt varð um játtanina til orðabókagerð. Og ein verkætlanin varð hendan, sum í dag sigst at vera liðug, við tí fyrivarni sjálvandi, at orðastarv er ævinligt gonguverk, sum ongin fær steðgað?.
Tað er ikki hvør sum helst, sum megnar at fullfíggja eitt slíkt stórverk, men Tórbjørn Jacobsen var longu frá byrjan sannførdur um, at arbeiðið lá í bestu hondum.
?Tað var hugaligt tann dagin mentamálaráðið gjørdi sáttmála við teir báðar Annfinn og Jónhard. Annfinnur, ein føroysk útgáva av John Cleese og so føroyski Sisyfos-paralellurin Jonhard Mikkelsen, ið hevur rulla so nógvar klettar niðan eftir fjallasíðunum, onkur fór stiklandi oman brekkuna aftur, men nú stendur hann saman við í Skála uppi á tindinum, eftir dagar og nætur, brotnar vaktir og eini tímaløn, sum ongin man misunna teimum. Vit vistu, at arbeiðið varð lagt í hendinga góðar hendur, tit høvdu prógvað tað frammanundan, á filantropiskum og idealistiskum grundvølli, og tað skal sigast, at tit sviku ikki álitið?.
Í ístaðin fyri at tosa og tosa um visiónir fyri politisku gummiselluna tíggju ár fram, sum Tórbjørn tók til, brutu høvundarnir upp um armar og fóru til verka. At talan er um eitt tjóðskaparligt bragd av teimum stóru var fyrrverandi mentamálaráðharrin als ikki í iva um.
- ?Hetta er tjóðarbygging við lít. Tær reyðu Gyldendals-orðabøkurnar mundu vera teimum flestu, ið her eru samankomin, so meinkunnugar, at vit ivaleyst kundu funnið fram til tað vit leitaðu eftir - við bindi fyri eygunum. Men basan var fremmand. Donsk. Sum í so mongum øðrum føri í hesum so lítið á leið komna landi. Nú flyta teir grundvøllin heim á klettarnar. Helst er hetta stórsta tjóðskaparliga bragdið, hesi árini so nógvur goragangur annars hevur verið um at leggja leiðina eftir hægri málum. Ein yvirtøka av formati. Tilfeingið er ikki á grunnunum, á troldekkum, við rulluna, á skipasmiðjum, í almennum stovnum ella á privata arbeiðsmarknaðinum. Tað er handan skallabeinini á fólkinum. Tí er hetta verkið hjá tykkum so ómetaliga týdningarmikið. Í dag so ófatiliga virðismikið ? í morgin eitt sjálvsagt privilegium hjá okkara framsókna ungdómi?
Frá Máltænastu Sprotans
Trúvirðið í skrivaða tekstinum
Tá ið tú ómakar tær at senda fólki tekst, er tað, tí tað hevur týdning.
Hevur tað týdning, nyttar einki at senda illa skrivaðan tekst.
Illa skrivaður tekstur ber ikki boðini soleiðis, tú ætlaði, og samskiftir ikki, sum tú ætlaði.
Illa skrivaður tekstur ger fólk tortrúgvin og fær tey at ivast í tínum trúvirði.
Og so er spælið spilt.
Títt trúvirði er í málinum
Trúvirðið í boðskapinum hongur í málburðinum
Tess neyvari orðingarnar eru í boðunum, tess størri trúvirði fær títt virki.
Sjálvt allarbestu grundgevingar vikna og standa seg ikki, um málburðurin og stavsetingin ikki eru neyv.
Teksturin kann skapa ta vælvild, tann áhuga og ta virðing fyri tínum virki, tú vilt hava.
Tey fyrstu sekundini, móttakarin rakar við virkið ígjøgnum tíni boð, kunnu verða altavgerandi fyri framtíðar samstarv.
Tí eru tað væl útgivnir pengar at rinda fyri, at boðini, tekstirnir, áheitanirnar, frágreiðingarnar, lógirnar, lýsingarnar, innbjóðingarnar fáa rætt snið, rættan tóna, rætt stev ? rætt mál.
Á heimasíðuni www.sprotin.fo fæst nærri at vita um tær máltænastur, sum Sprotin kann bjóða