Hesi farnu 6 1/2 árini hevur Rás2 sent sendingar og innsløg úr mongum ymiskum londum.
Seinast í desember í 2010 vitjaðu vit í holocaust-savninum í Jerusalem. Í dag er altjóða minnisdagur fyri tey, sum lótu lív undir holocaust-tíðarskeiðnum. Tí spældu vit í morgun eina reportasju frá Yad Vashem - holocaust-savninum í Jerusalem í Ìsrael.
Í reportasjuni greiðir svenski/danski jødin, Li Neumann, sum mangan hevur verið ferðaleiðari hjá føroyskum ferðaliðum í Ísrael frá ræðuleikunum undir krígnum. Men hon greiðir eisini frá hvussu hennara familja í Danmark og Noregi megnaðu at flýggja til Svøríkis í evstu løtu.
Tað ber til at hoyra reportasjuna við at trýsta á PÍLIN undir myndini. Reportasjan er lang. Les tí bláu strikuna inn fyrst.
Í kvøld skipar Ísraelsfelagið fyri einari serligari holocaust-minnisløtu niðri á Østrøm, har Elsa og Rólant í Skorini fara at hava framløgur. Minnisløtan byrjar klokkan 19.30.