Eitt nýársynski ? fjølmiðlaummælarar

á Glyvrum gamlaárskvøld 2003

Fyri árum síðan hevði Sosialurin ummæli eina fer um vikuna av bæði útvarpi og sjónvarpi.
Hetta vóru ymisk fólk - við ymiskari útbúgving - fólk úr øllum landinum, sum søgdu sína hugsan um tær ymisku sendingar - har var bæði pluss og minus.
Hettar var eitt gott tiltak - og var tað soleiðis, at tað var eitt tað fyrsta, ið eg læs.
Men tíverri datt hetta burtur. Hví, veit eg ikki.
Hetta er harðliga tiltrongt - ongantíð meira enn í dag.
Hvussu kunnu bæði varpini fáa at vita, at tey hava gjørt nakað gott - og okkurt, sum er minni gott.
Tak nú t.d. á jólum.
Vit hava hoyrt/sæð út av lagi vánaligar jólaløtur fyri børn. Vit hava sæð út av lagi vánaligar amerikanskar filmar, men vit hava eisini sæð filmar - við norskum uppruna - sum vóru sera góðir.
Men tað er ongin, sum fortelur teimum (vørpunum) tað.
Tað verður sagt, at journalistar hava stóra makt. Og tað hava teir eisini - tað hava vit sæð í seinastuni, men tað er ongin, sum hevur "eyguni" eftir hesum journalistum. Teir kunnu koma fram við tí teimum listir, og ongin torir at mukka. Tí ger tú tað, so verður sagt, at tú er úti eftir "pressufrælsinum" - og tað er ikki lukkuligt.
Vit hava sæð, at journalistar hava kastað seg oman yvir fólk/flokkar - ja, enntá skip/reiðaríir - meðan onnur kunnu liva og láta, sum tey vilja - og ongin hoyrir/sær nakað um tað.
Tí fer mín áheitan at verða á tykkum bløð:
Setið fjølmiðlaummælarar - ikki bara ekspertar - men eisini "vanlig" fólk - sum hava eina hugsan og áskoðan, og duga at koma fram við tí.
Eg haldi tað er harðliga tiltrongt. Og - eri eg vísur í - eisini fer at økja um tykkara sølu av blaðnum.
Tað skal verða mítt nýársynski.
Gott nýár.