Eitt nýtt aðalstýri

Leiðslan í Tinganesi hevur nú avgjørt at stovna eitt nýtt aðalstýri. Talan er um eitt oljumálastýri, sum burturav skal taka sær av oljumálum.

LØGMAÐUR sigur við Sosialin í dag, at hetta stigið er ein heilt náttúrligt avleiðing av ma. tí marknaavtalu, sum er gjørd millum Føroyar og Bretland. Hann sigur, at landsstýrið prioriterar oljuna so mikið nógv, at tað vil hava eitt sjálvstøðugt aðalstýri til at taka sær av hesi nýggju vinnu.


VIÐ fyrsta eygnakast kann tað helst tykjast mongum føroyingum heilt øvugt, at tann flokkurin, sum alla tíðina tosar um at halda aftur í almennu útreiðslunum nú ger av at seta eitt nýtt aðalstýri. Eisini man tað tykjast mongum óhugaligt, at eitt slíkt stig verður tikið, um somu tíð sum sama landsstýrið ikki megnar at játta pengar til tann fólkaskúla, sum tað sjálvt umsitur.


VIT hava longu á hesum stað gjørt vart við støðu okkara í fólkaskúlamálinum: at tað er als ikki haldbart, at fólkaskúlin ikki fær játtaðan tann pening hann má fyri at kunna liva upp til andan og krøvini í tí fólkaskúlalóg, sum m.a. hetta landsstýrið hevur samtykt.


ORSØKINA til at vit taka hetta málið fram í hesum sambandi er tann, at vit kunnu rokna við, at orðaskiftið komandi tíðina fer nettup at snúgva seg um, hví vit ikki hava ráð til ein nútímans fólkaskúla, tá vit hava ráð til at seta á stovn eitt nýtt aðalstýri. Eftir okkara tykki kann slík samanbering verða óheppin, og tí vilja vit uppá forhond ávara móti henni. Landsstýrið ger rætt í at uppprioritera oljumálini longu nú, tí tað er í hesi fasuni, at vit skulu tryggja, at ein komandi leiting og vinna veruliga kemur at gagna Føroyum. Vit mugu ikki geva hesi vinnu ein avmarkaðan hjáleiklut undir einum øðrum stýri. Vit mugu seta rætt út í kortið frá byrjan. Og byrjanin er líka kring hornið. Tí er hetta rætta løtan til at seta á stovn umrødda stýrið.


HVAT viðvíkur politikki flokki løgmans á tí almenna økinum, so meta vit ikki, at avgerðin at seta á stovn eitt oljumálastýri eigur at takast sum nøkur øking av almennu útreiðslunum. Tvørturímóti er ein slík avgerð við til at tryggja okkum størri lut í komandi oljuinntøkum og ikki minst er hon við til at tryggja, at vit sum samfelag klára at taka á okkum eina so stóra avbjóðing sum henda vinna er. Nú er at bróta upp um armar og fara til verka undir tí nýggja karminum.