Eitt orð - sorl

Eingin slingur var í valsinum hjá VB, tá tær á útivølli møttu Kyndli, og nú nærkast FM-heitið við fullari ferð

Kvinnuhondbóltur

Tað tók ikki langa tíð hjá VB at staðfesta, at tær vóru komnar til Havnar eftir tveimum stigum sunnudagin. Mangan hevur VB havt tað sera trupult í júst hesum dystinum, men sunnudagin var so eingin ivi. Als eingin.

Verja og kontra
Tá 20 minuttir vóru farnir av dystinum, stóð longu 4-15 á máltalvuni, og longu tá mundi hvør tann einasta av teimum grønu hava uppgivið mest sum hvørja vón um at fáa nakað munagott burtur úr dystinum.
Uppskriftin hjá VB var hin sama, sum hon var í finaludystinum ? í øllum førum fyrra hálveik ? móti VÍF, og sum hon eisini var í dystinum móti VÍF í Vági. Ein dystur, sum av álvara setti í kortið, at VB veruðr ringt at taka aftur í ár.
Við eini verju, sum ikki gav mótstøðuliðnum nógvar møguleikar at bróta ígjøgnum, syrgdu tær fyri, at Kyndil ikki fekk gjørt stórvegis um seg í álopspartinum, og so var bara at sláa kontra hinvegin. Og tað gjørdu tær eisini. Mest sum hvørt mistak frá Kyndli varð straks revsað. Ein langur bóltur frameftir vøllinum, og so var ein av VB-leikarunum fyrst á. Og tað var eisini heilt skjótt, at hetta fór at merkja Kyndils-liðið. Mistøkini í álopspartinum forplantaðu seg eisini í verjupartin, soleiðis at tað til tíðir kundi gera tað sama, um VB var í kontra ella ikki. Støðurnar vóru í øllum førum meinlíkar, tó hóast seks av teimum grønu vardu fyri, kundu VB-kvinnurnar ferð eftir ferð spáka sær ígjøgnum verjuna og senda bóltin framvið eini sakarsleysari Fríðu Petersen í málinum.

Bara pynt
At VB longu tíggju minuttir undan steðginum kundi taka Reda Kurkauskiene av vøllinum, og at tær í longum løtum eftir steðgin spældu uttan báðar útlendsku stórskjúttarnar, sigur helst nakað um, hvussu tryggar tær kendu seg, og tað var helst eisini hetta sum gjørdi, at Kyndil hóast alt slapp at pynta um úrslitið.
Tí tað var í veruleikanum bert hetta, sum hendi. Kyndil vann seinasta korterið av dystinum 11-3, men tað var als ikki tí, at tær nú vóru betri enn VB. Snøgt sagt, so vóru tær somikið góðar, sum VB gav teimum loyvi til at vera, og tað sigur helst ikki so lítið um styrkina, sum VB tykist hava í løtuni. At Kyndil so í løtum sýndi ein syndarligan mangul upp á stríðsvilja er eitt annað mál, men yvir høvur tóktist hetta ikki nerta við heildarmyndina av VB-avrikinum.

Sær gott út
Heldur enn at hava mettað leikararnar tykist steypasigurin á VÍF bert at hava givið leikarunum betri matarlyst til fleiri heiðursmerki, og skal dysturin sunnudagin vera grundarlagið, so er einki at ivast í, at VB verður meistari.
Og sjálvt hjá mest svartskygdu vágbingunum kann nú eisini staðfestast, at tað sær heilt gott út. Hóast grundspælið enn er ungt, so hevur VB longu leikt fleiri av teimum dystunum, sum á pappírinum eru teir truplastu. Tær hava verið á Skála, tær hava verið tvær ferðir í Havn, og av ovaru liðunum í deildini eru tað nú bert Stjørnan og VÍF, sum eru eftir á útivølli. Júst Stjørnan er næsta mótstøðuliðið, og vinnur VB eisini hendan, er trupult at síggja nakran, sum kann steðga teimum á vegnum móti gullinum. Enn er VÍF eftir í Vestmanna, og hetta er helst tann truplasti dysturin av øllum, men sum støðan er í løtuni, so eru enntá eisini ráð at tapa hendan dystin.
Hjá Kyndli mundi tapið sjálvsagt svíða fast, men fyri samlaðu støðuna hjá teimum, nýtist hetta tó ikki at kosta so nógv. Tær eru enn ájavnar Stjørnuni í bronudystinum, og sum støðan hevur verið í ár, er hetta helst tað mesta, sum Kyndil kann gera sær vónir um. Við hópinum hjá liðnum áttu vónirnar um fínari heiðursmerki helst ikki at veri ógrundaðar. Hesa ferð var liðið enn tá meira styrkt við Sabinu Frølund, sum er komin higar við fótbóltsleikandi manni sínum, men hondbóltur er tíbetur meira enn einføld støddfrøði. Tað er ikki altíð so, at samlaði summurin av einstøku komponentunum gevur samlaða samlaða úrslitið. Meira óítøkilig heiti sum samanhald, stríðsvilji og taktist snildi hava eisini sítt at siga, og her hevur Kyndilsliðið ikki verið nóg sterkt í ár.

Dysturin í tølum
Kyndil-VB 24-31(9-20)
Málskjúttar:
Kyndil: Lotte Sørensen 9(4), Annika Ljósstein 5(3), Ileana Manolescu 4, Heidi Maria Akselsen 3, Sabina Frølund 1, Ann Mari Wang 1, Jensia Petersen 1
VB: Daiva Toumaite 9(2), Reda KLurkauskiene 8, Rannvá Augustinussen 5, Gurið Mortensen 3, Arnleyð Hjelm 3, Laila Jespersen 3
Brotskøst: Kyndil 10, VB 2
Útvísingar: Kyndil 2, VB 1
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen. Leiddu dystin uttan stórvegis roks í samfullar 60 minuttir.