Eitt prik úr Keypmannahavn

Í sendingini Ghetto Føroyar, sum verður send úr útisetaumhvørvinum í Keypmannahavn, er tað ein fastur táttur, at geva onkrum heima í Føroyum eitt prik.

 

Hvørja viku eru tað nøkur einstøk mál, sum fylla ógvuliga nógv í føroyskum miðlum, og tað eru hesi nógv umrøddu mál, sum útisetarnir í Keypmannahavn taka upp, og lýsa úr einum øðrvísi sjónarhorni.

 

Hesa vikuna er tað serstakliga málið um Landsbankan, sum hevur sett dagsskránna hjá fleiri føroyskum miðlum. Jørgen Niclasen og hansara avgerð um at niðurleggja Landsbankan hevur skapt mikið rok í miðlunum og í samfelagnum.

 

Her kanst tú hoyra útisetaútgávuna av Landsbankamálinum.