Tað er í dag júst eitt ár síðani stovnarin av kendu fyritøkuni Apple doyði av krabbameini. Tí er heimasíðan hjá Apple í dag tilegnað Steve Jobs.
Tað var 5. oktober í fjør, at stovnarin og stjórin í Apple doyði eftir at hava verið sjúkur av krabba í brisinum.
Steve Jobs er í dag alt annað enn gloymdur. Núverandi stjórin, Tim Cook, og starvsfelagar hansara minnast í dag Jobs, sum hevur gjørt Apple til eitt av størstu brandunum og fyritøkum í heiminum.
- Ein av størstu gávunum, sum Jobs gav heiminum, var Apple. Eingin onnur fyritøka hevur á sama hátt givið íblástur og sett so stór krøv innan kreativitet til seg sjálvi sum Apple-fyritøkan. Okkara virði koma frá Steve Jobs, og hansara andi fer altíð at vera gundarlagið fyri Apple, skrivar Tim Cook í einum brævi á heimasíðuni hjá Apple.
- Tá Steve doyði fyri einum ári síðani, var tað ein syrgilig og hørð tíð fyri okkum øll. Við til brævið á heimasíðuni fylgir eitt sera kensluborið sjónband, ið vísir nakrar av stóru løtunum í lívinum hjá Jobs og ikki minst allar tær Apple-vørurnar, hann hevur verið við til at menna, sigur Tim Cook.
Sjónbandið um Steve Jobs sæst á www.apple.com.