Hetta má sigast at verða stórtíðindi, sum vit føroyingar kunna frøast um. Vónandi gongur ikki long tíð, til eitt ára barnsburðarfarloyvið er veruleiki.
Áðrenn uppskotið um eitt ára farloyvi verður sett í verk, mugu vit gera okkum greitt, hvørjar avleiðingar eitt slíkt uppskot hevur. Avleiðingar fyri einstaku familjuna, fyri arbeiðsmarknaðin og fyri samfelagið sum heild.
Familjuvinarligt
Fyri einstaku familjuna er tað ein stórur fyrimunur, at barnið kann verða heima fyrsta árið. Vit eiga samstundis, sum barnsburðarfarloyvið verður longt, at útbyggja barnagarðdøkið, soleiðis at øllum børnum verða tryggjað pedagogisk tilboð frá tí degi, barnið er eitt ár. Tá vit hava nátt hesum máli, kunnu vit tosa um eitt familjuvinarligt samfelag.
Páparnir mugu hava sín part
Vit eiga at lógarfesta, at ávísir partar av farloyvinum eru til pápan. T.d. seinastu 3 ? 6 mánaðirnir. Um pápin ikki brúkar farloyvið, eigur tann parturin av farloyvinum at detta burtur. Við at lógarfesta partar av farloyvinum til pápan, verður tað nátúrligt, at menninir eisini eru burtur frá arbeiðsmarknaðinum eina tíð. Sum nú er, skal pápin, um hann vil brúka sítt barnsburðarfraloyvið, taka tær vikurinar frá mammuni. Um pápin ikki fær sín part tryggjaðan við lóg, kann ein vansi fyri kvinnuna verða, at hon verður enn meira burturi frá arbeiðsmarknaðinum, og harvið styrkja vit mismunin millum kynini.
Fyri arbeiðsmarkanðin er tað tí eisini neyðugt, um farloyvið verður longt, at tað verður býtt millum kynini.
Sparing og betri trivnaður
Við at leingja farloyvið útseta og minka vit um tørvin á dagstovnum. Í Tórshavnar kommunu standa í løtuni umleið 200 børn millum eitt hálvt og eitt ár á bíðilistanum til dagstovn. T.v.s. at bíðilistin hevði minkað niður um eina helvt, um farloyvið var 12 mánaðir. Hetta merkir so aftur eina sparing bæði fyri kommununa og einstaku familjuna. Familjan sparir eitt hálvt ársgjald av stovnsplássinum, meðan kommunan sparir íløguna og raksturin av eini 4 ?5 stovnum.
Ein slík sparing á vøggustovuplásum eigur at verða brúkt til at útbyggja Frítíðarskúlaskipanina, soleiðis at skipanin verður víðkað til eisini at umfata børn í øðrum og triðja flokki.