Eitt árs fongsul fyri neyðtøku

Ein 38 ára gamal maður var í Føroya rætti í dag dømdur fyri neyðtøku av eini 34 ára gamlari kvinnu. Revsingin var fongsul í 12 mánaðir.

Neyðtøkan fór fram á sumri 2014. Tey bæði, sum vóru kenningar framman undan, vóru bæði farin á Summarfestivalin við sínum makum.

Tey hittast og práta eitt sindur við billettlúkuna, áðrenn farið verður innum. Har hittast tey aftur við Hvonn-teltið og drekka nakrar øl saman.

Órættaða kvinnan fer síðani á vesið, og løtu seinni má ákærdi eisini á ves. Tey fella so aftur í prát og kvinnan bjóðar ákærda ein sjuss. Hann tekur av og sambært egnari útsøgn fær hann stutt eftir blackout og minnist einki fyrr enn eini tríggjar tímar seinni.

Sambært frágreiðingum í rættinum, skuldi kvinnan síðani møta nøkrum vinkonum yviri við Ósaskúlan, har tær ætlaðu at sita og lurta eftir tónleikinum. Maðurin fór tá við henni, men komin yvir til Ósaskúlan er eingin at finna. Nú er farið at regna, og maðurin skýtir tí upp, at tey fara at kroka við skúlan á Ziskatrøð.

Her er tað, at neyðtøkan fer fram. Kvinnan sovnar, men vaknar aftur av, at maðurin liggur oman á sær og nertir við seg. Hon skumpar hann til viks og reisir seg, men tá trokar hann hana inn móti vegginum og heldur á.

Maðurin minnist sum sagt einki, men spurdur, um hann kann hava framt neyðtøkuna, svarar hann, at hann hevði so ikki trúð tað um seg sjálvan og vónaði iki, at tað var so.

Kvinnan fekk at enda skumpa mannin av sær og fór til hús. Seinni um kvøldið ringir hon til ein vin, og greiðir frá, hvat hent er.

 Í slíkum málum, tá talan sum so er um orð móti orði, fáa teknisk fund tess størri týdning. Í hesum førinum vísa undirlívskanningar hjá læknanum, at klórimerki eru í undirlívinum hjá kvinnuni. Harumframt eru DNA-leivdir av kvinnuni funnar á buksunum hjá manninum, rundan um snarlásið á buksunum, eins og á lummanum innan fyri brøkurnar.

Ákærin metti, at tá talan nú var um fleiri teknisk fund, ið stuðlaðu frágreiðing kvinnunar, var eingin orsøk at ivast í, at hennara frágreiðing var røtt. Ákærin helt tað eisini vera sera undrunarvert, at maðurin skal minnast so væl og gjølla fram til midnátt, men júst hetta tíðarskeiðið, tá hendan hendingin fer fram, minnist hann einki til.

Hon vísti á, at talan var um eina heldur grova neyðtøku, við tað, at maðurin hevðu nýtt makt móti kvinnuni, og at hann ger sær dælt av henni, meðan hon er í verjuleysari støðu. Hann hevur lokkað hana burtur til eitt oyðið stað og kvinnan svevur, tá hann byrjar at nerta við hana, og hann trokar hana inn í eitt horn.

Ákærin kravdi tí, at maðurin fekk eitt ár og 10 mánaðir fongsulsrevsing. Harumframt bað hon um, at maðurin skal rinda kvinnuni 60.000 krónur í endurgjaldi fyri tort, umframt útreiðslur til sálarfrøðiligar samtalur.

Verjin var, sum vera man, als ikki samdur við ákæranum um, at teknisku fundini vóru líka avgerandi. Hann vísti á, at gaman í var DNA frá henni funnið á hansara buksum, men kortini var einki DNA frá honum funnið á hennara klæðum. Eisini helt hann, at klórimerkini í undirlívinum kundu verið frá øðrum enn júst eini neyðtøku.

Hann ynskti tí í fyrsta lagi frídøming fyri manning, í øðrum lagi, at maðurin fekk hægst 12 mánaðir treytaða fongsulsrevsing. Eisini metti hann, at 40.000 krónur mundi vera ivaleyst endurgjald til kvinnuna.

Dómarin fann manninsekan í bæði blygnaðarskemd, aðrari kynsligari samveru enn samlegu, og í neyðtøku, og gav honum fongsulsrevsing í 12 mánaðir.

Í viðmerkingum sínum til dómin segði dómarin, at kvinnan hevði givið eina nágreiniliga og trúverdiga frágreiðing um alt kvøldið, hvat hon gjørdi bæði áðrenn og aftan á hendingin og eisini hvussu hendingin fór fram. Dómarin legði eisini vekt á tey teknisku fundini, ið vóru gjørd og metti tí, at tað í nóg stóran mun var prógvað, at ákærdi hevði neyðtikið kvinnuna. Dómarin helt heldur ikki, at nøkur orsøk var at seta iva um, hvørt kvinnan hevði gjørt manninum greitt, at hetta var ikki nakað, hon ynskti.

Dómarin segði, at í revsingini hevur hann í skerpandi mun lagt dent á, at talan er um eina grova neyðtøku, meðan hann í linnandi mun hevur lagt dent á, at maðurin ikki nýtti harðskap ella hóttanir móti kvinnuni. Eisini telur tað í linnandi mun, at tað hevur tikið so langa tíð at avgreiða málið.

Maðurin skal, umframt at sita í fongsli í eitt ár, rinda kvinnuni 60.000 krónur í endurgjaldi, umframt útreiðslur hennara til sálarfrøðing og sakarmálskostnaðin.