Eitt stig frá søguligum meistaraheiti

Manchester United skal bara fáa eitt stig av seks møguligum, so vinna teir sítt meistaraheitið nummar 19 og yvirhála samstundis Liverpool sum mest vinnandi felagið í Onglandi. Tað var lagt upp til eitt satt brak á Old Trafford, tá Manchester United tók móti Chelsea í einum dysti sum fær avgerandi týdning fyri hvør vinnur meistaraheitið. Sekundvísarin var ikki komin runt fyrstuferð, tá fyrsta ábendingin kom um hvar meitaraheitið endar. Chelsea verjan stendur illa og Javier Hernandez verður leysur og leggur Manchester United á odda. Framherjin úr Meksiko hevur víst seg at verið ein sannur fongur fyri Sir Alex Ferguson. Eftir málið vístu sjónvarpsmyndir Chelsea venjarin, Carlo Ancelotti, skelda David Luiz út. Hann bleiv eisini skiftur út í hálvleikinum.

 

Um miðjan fyrra hálvleik stútaði Nemanja Vidic Manchester United upp á 2-0. Í hálvleikinum skifti Chelsea bæði David Luiz og John Obi Mikel út. Í teirra stað komu Alex og Ramires. Tað hjálpti eitt sindur upp á støðua hjá Chelsea, men gjøgnumgangandi so var Manchester United omaná allan dystin.

 

Chelsea fekk eina lítla vón um miðjan seinna hálvleik, tá Frank Lampard tætt undir málinum minkaði um munin. Manchester United helt fram at vera omaná og kundi fleiri ferðir havt økt um leiðsluna og samstundis lækka um blóðtrýstið hjá øllum Manchester United viðhaldsfólkunum. Bæði Wayne Rooney og Javier Hernandez brendu fyri opnum máli.

 

Sigurin merkir, at Manchester United nú er seks stig frammanfyri Chelsea, nú tvey umfør eru eftir. Sostatt skulu Sir Alex Ferguson og hansara menn bara hava eitt stig fyri at vinna meistaraheitið nummar 19. Mest vinnandi felagið í Onglandi hevur í fleiri ára tíggju verið arvafíggindarnir úr Liverpool, men at síggja til, so verður tað ikki leingi afturat.

 

Arsenal tapti fyrr í dag 3-1 móti Stoke á útivølli. Arsenal liggur framvegis á triðja plássi, trý stig aftanfyri Chelsea. Triðja dystin í dag vann Wolverhampton móti West Bromwich Albion. Wolverhampton er nú røttu megin niðurflytingarstrikuna.

 

Premier League úrslit:

 

Manchester United - Chelsea 2-1

1-0 Javier Hernandez, 1

2-0 Nemanja Vidic, 23

2-1 Frank Lampard, 68

 

Stoke - Arsenal 3-1

1-0 Kenwyne Jones, 28

2-0 Jermaine Pennant, 40

2-1 Robin van Persie, 81

3-1 Jonathan Walters, 82

 

Wolves - WBA 3-1

1-0 Steven Fletcher, 15

2-0 Adlene Guedioura, 28

3-0 Steven Fletcher, 47

3-1 Peter Odemwingie, 54 br