Eitt stig í part við Margáir

Úrslitið millum næstbestu liðini hjá EB/Streymi og AB í dag var 2-2

Eina góða løtu sá tað út til, at næstbesta AB liðið skuldi vinna øll stigini við sær til hús eftir vitjanina hjá EB/Streymi við Margáir í dag.

Síðstu sjey minuttirnar undan steðginum vórðu trý mál skorað. Fyrst legði AB seg framum 1-0 og 2-0 í ávikavíst 38. og 40. minutti, og tveir minuttir undan steðginum minkaði heimaliðið um munin. Í báðum førum var Ari Johannesen málskjútti hjá AB, meðan tað var Árni G. Olsen, sum fyri EB/Streym minkaði um munin.

AB var á odda, inntil tað restaðu seytjan minuttir. Tá javnaði Ólavur Ejdesgaard til 2-2, sum varð úrslitið.

EB/Streymur hevur 4 stig fyri 6 dystir, og AB hevur 11 stig fyri 7 dystir.