Eitt stig í part á Argjum

Toppuppgerð hevur í dag verið í kvinnudeildini. AB hevur havt vitjan av KÍ. Fyrsta bríkslið var kl. 17.00, og tað endaði 1-1.

Í 29. minutti legði Rannvá B. Andreasen KÍ framum eftir innlegg úr høgru.

Tá ið tað restaðu tjúgu minuttir javnaði AB. Elin Katrina Thomsen sendi við høvdinum bóltin í málið, eftir at hornasparksinnlegg var lagt innfyri.

Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, tóktist tað sum um, at tær í AB vóru meiri fegnar yvir úrslitið, enn tær í KÍ tóktust at vera.

Í fyrsta umfari vann AB 1-0 í Klaksvík, og inntil tær hittust aftur í dag høvdu bæði AB og KÍ vunnið allar sínar dystir.