Fyrsti dysturin í 7. umfari í EFFO deildini er av. Hann varð spældur seinnapartin í dýrdarveðri við Stórá í Trongisvági. Úrslitið var 2-2, eftir hálvleiksstøðuna 0-0.
TB tóktist vera á sigurskós, tá ið miðverjin Óli Johannesen og síðani miðvallarin Ndende løgdu heimaliðið framum 2-0.
Síðsta sunnudag vendi ÍF á heimavølli hóttandi 3-0 tapi til 3-3. Aftur í dag vísti ÍF góðan moral. Júst innskifti Áki Petersen minkaði um munin, og so spenti Albert Ellefsen orduliga álopsbogan. Bartal Eliasen varð settur fram í álopið,og enn eina ferð megnaði superveteranurin at skora. Tað gjørdi hann við stútara eftir horna.
Tá ið Lars Múller hevði bríkslað fyri síðstu ferð, var tað týðuligt, at ÍF fegnaðist um at hava vunnið eitt stig, meðan TB legan var vónbrotin um at hava mist tvey stig.
Eftir sjey umfør hevur TB 7 stig, og ÍF hevur 11 stig.
----
LIÐUGT!
2-2
90) 2-2
TB hevur skift út. Liðformaðurin Rógvi Joensen er farin út, og Heini Michael Mortensen er komin á vøllin.
Tríggir minuttir eru lagdir aftrat vanligu leiktíðini.
85) 2-2: Bartal Eliasen
ÍF hevur enn eina ferð megnað síðstu løtuna at venda hóttandi tapi til javnleik. Nú hevur Bartal Eliasen eftir hornaspark stútað bóltin í TB málið. Sera stórur intensitetur í Trongisvági!
2-1: Áki Petersen
Nú hevur ÍF svarað aftur. Innskifti Áki Petersen hevur sent bóltin upp undir nettakið, eftir at Nenad Saric úr vinstru hevði lagt til handara stólpa. ÍF spennir álopsbogan, Bartal Eliasen er farin fram í álopið!
80) 2-0
Tað var síðstu løtuna, at ÍF sunnudagin á heimavølli ímóti KÍ reisti seg og vendi hóttandi 3-0 tapi til 3-3. Í dag hevur tað ikki higartil eydnast at svara aftur ímóti væl upplagda TB, sum framvegis er frammanfyri 2-0!
ÍF hevur skift út. Øssur Dalbúð er farin av vøllinum og inn er komin Áki Petersen. Heri Nesá og Aleksandar Jovevic eru eisini komnir inn á ÍF liðið.
75) 2-0
Tíðliga í 2. hálvleiki sá annar av ÍF miðverjunum, Bartal Eliasen, gula kortið, og nú hevur hin miðverjin, Høgni Zachariassen, sæð gula kortið. Fuglfirðingar eru kroystir í Trongisvági!
70) 2-0: Ndende
Heimaliðið hevur orduliga fingið luft undir veingirnar við Stórá í Trongisvági. Undan dystinum varð víst á, at tað var saknur í leikbannaða framherjanum Poul Ingason. Kortini bilar tað ikki við málskjótingini í dag. Fyrst var tað miðverjin Óli Johannesen, og nú hevur miðvallarin Ndende økt um leiðsluna, so hon nú er 2-0!
65)1-0: Óli Johannesen
Nú hevur heimaliðið fingið úrtøku burrur úr yvirvágini, sum TB serliga eftir hvíldina hevur havt. Nicky royndi seg ímóti málinum, og bólturin varð vardur út til horna, og so var tað superveteranurin Óli Johannesen, sum við høvdinum sendi bóltin í málið. Øgiligur rómur millum heimafólkið!
55) 0-0
Framvegis málleyst. ÍF miðverjin Bartal Eliasen hevur sæð gula kortið fyri ógvusligt fríspark ímóti Nicky hjá TB.
50) 0-0
TB hevur fyrstu lítlu løtuna eftir steðgin havt tvey hornaspørk - eitt í hvørjum borðinum - men Jákup Mikkelsen, Bartal Eliasen og Høgni Zachariassen hava framvegis tamarhald á støðuni frammanfyri ÍF málið.
HÁLVLEIKUR
0-0
45) 0-0
Teir eru farnir at hvíla seg í Trongisvági, har tað framvegis er málleysur javnleikur. Líkindini at spæla eru av teimum allar bestu. Tað er stilt, og sólin hevur hug at kaga undan. Á vøllinum hevur tað higartil verið friðarligt. TB hevur havt bóltin størsta partin av tíðini, og heimamenninir hava tiltuskað sær fleiri hornaspørk. Kortini hava teir ikki megnað at skapa støður, har veteranurin í ÍF málinum, Jákup Mikkelsen, hevur verið noyddur at vísa sína mongu dygdir.
40) 0-0
TB hevur betri tak á. Serliga í høgra borði riggar samanspælið væl ímillum Rógva Joensen og Nicky, og nú hevur Rógvi havt góða skotroynd úr spískum í høgru, men ÍF verjan blokeraði til horna.
35) 0-0
Nicky spældi nýggjaTB álopsspælaran Aron Sørensen, men í góðari støðu rakti Aron ikki bóltin, sum hann ætlaði
30) 0-0
ÍF hevur verið tætt við, men TB vongverjin Teitur Olsen megnaðu akkurát at stýra bóltin út til horna. Eftir innleggið hevði Ari Ó. Ellingsgaard góða skotroynd.
Clayton Soares í ÍF álopinum hevur fleiri ferðir verið rangstaddur.
25) 0-0
TB hevur síðstu løtuna havt tvær frísparksroyndir, men tað er framvegis málleyst. Heimaliðið hevur bóltin væl meiri enn fuglfirðingar, sum í fyrstu atløgu tykjast dúva upp á at binda fyri í verjupartinum og á at lúra eftir møguleikanum fyri skjótum mótálopum.
20) 0-0
TB hevur framvegis meiri álopsspæl, og heimamenninir hava tríggjar ferðir roynt seg við langskotum, uttan at Jákup Mikkelsen í ÍF málinum hevur havt nakrar trupulleikar at verja fyri.
15) 0-0
Tað er framvegis málleyst við Stórá. ÍF hevur lagt varðligari fyri, meðan heimamenninir vísa góðan vilja at leypa á.
10) 0-0
Tað hevur gingið javnt á fyrstu løtuna. TB hevur havt tvær skotroyndir og eitt hornaspark, men enn er málleyst við Stórá, har líkindini at spæla fótbólt eru heilt góð.
TB-ÍF kl. 14.30
Dómari: Lars Múller
TB: Ivan Stojkovic - Teitur Olsen, Óli Johannesen, Badakar, Teitur Justinussen Rógvi Joensen, Martin Tausen, Nicky, Ndende, Dan Mortensen - Aron Sørensen
ÍF: Jákup Mikkelsen Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard Hanus Thorleifsson, Ari Ó. Ellingsgaard, Poul N. Mikkelsen, Nenad Saric Øssur Dalbúð, Clayton Soares