Eitt strævið vikuskiftið

Politiið hevur havt nógv at gera hetta vikuskiftið. Ser­liga hava tað verið nógvir smá­­bar­dagar, sum politiið hev­ur tikið sær av.

– Hetta hevur verið eitt buldr­a­sligt vikuskiftið, og vit hava verið ofta úti, tí fólk eru farin til hendurs bæði leyg­ar­náttina og sunn­u­náttina, sig­ur vakthavandi á pol­i­ti­støð­ini í Havn.

Hann vísir á, at trup­ul­leik­ar við smábardøgum niðri í mið­­bý­num vinda upp á seg.

– Tað eru ung fólk í 20'­u­num, sum typisk koma upp at berjast uttan fyri dans­i­­støðini og aðrastaðni í mið­­býnum í Havn. Tað er ikki soleiðis, at talan er um harð­­skaps­mál beinleiðis, men meira mál, har fólk eru ó­­fant­a­lig og koma til hend­urs, og har onnur ringja eft­ir politinum fyri at steðga bar­døg­u­num, greiðir vakt­hav­andi frá.

Afturat fleiri smá­bar­døg­­um um vikuskiftið blivu tveir menn tiknir fyri at koyra við kenning. Eisini var eitt harð­­skaps­mál, har menn vóru komn­ir til ilnar í einum set­­hús­­um, og tann eini hevði skall­­að hin. Viðkomandi, ið skall­­aði, er skuldsetur fyri harð­­skap.

Harumframt hevur pol­i­ti­ið tikið sær av fullum fólkum, ið ikki sjálvi hava funnið heim til hús.