Eftir Prix Føroyar semifinaluna leygarkvøldið hevur rættiligt kjak tikið seg upp um úrslitið, kappingina sum heild, og um teir, ið komu víðari. Í ymsum miðlum og netsíðum gongur kjakið, t.d. pop.fo, prix.fo og á gfestival.com.
Og støðið er kanska heldur ivasamt, tí tað kemur fyri, at farið verður eftir manni, heldur enn bólti, fyri at nýta eina vending úr ítróttarheiminum. Og sum heild tykist, sum fleiri hava mett kapingina sum ein fótbóltsdyst, har úrslitið var greitt frammanundan, og ein við vissu kundi siga t.d. 2-0, og so var ikki meira um tað. Men soleiðis er ikki við list, heldur ikki tónlist.
Kjakið er mest sum at lurta eftir morgunfimleiki har rópt verður; tak støðu! Og sveigja, sveiggja... Men ístaðin skal støða takast ? helst frammanundan kanska ? og so er at kjakast, ilskast ella fegnast.
Kjakið er neyðugt, sunt og skal til, men støðið skal haldast, tí annars ríða vit ov niðarliga og vísa ikki virðing. Og er tað nakað, sum merkti semifinalutónleikin leygarkvøldið, so var tað, at støðið var høgt.
Berføttir
Alt var gjørt til reiðar undan stóra leygarkvøldinum í Trongisvág iog lagt var upp til eitt stórt kvøld, sum tað eisini bleiv. Longu fríggjamorgun stóð ljóðútgerðin uppi og bleiv roynd við Sigrid Sivertsen og ungum stjørnuskotum úr Havn, sum høvdu konsert fyri skúlaungdómi. Síðani komu ljóðroyndirnar báðar næstu dagarnar á tamb.
Útvarp og sjónvarp høvdu brynjað seg væl og sendu beinleiðis.
Fitt av fólki var komið, tá Lama Sea sum fyrsti bólkur fór á pall. Men høllin er stór og nógv skal til at fylla hana, men javi streymurin av fólki gjørdi góðan mun, og brátt munti. Og Lama Sea tóktust als ikki at hugsa um, at enn var rúm fyri fleiri í høllini. Í svørtum, og allir berføttir, settu teir ferð á við sínum glaða tónleiki og skemtiligu tilgongd. Lætt og gott. Og gjøgnumført og ongin ivaðist í, at manningin hugnaði sær á pallinum, meðan ein stór lamamynd hekk á einum teppi á bakvegginum á pallinum.
Fýrverk
So kom All That Rain á pall.Har var nógv tilfar í stilla endanum, men so sanniliga eisini løg við lívi í, og sera væl swingandi eindin og samanspæli varð enn eianferð prógvað. Og tá rokkurin skal ?koyra?, so duga teir í ATR at fáa alt á rull og at fáa tyngd í.
Løgini eru góð og nýggi sangarin ? Rókur -ger eisini mun. ATR hava støðugu venjingina og formurin var í topp. Og framførslan fekk eyka ferð við braki og fýrverki og ballónum, ið sveimðu millum fjøld og tónleikarar.
Høgni og sveiggj
Lawets var annar av yngru semifinaluluttakaruum. Men eisini teir, eins og Lama Sea, løgdu til brots og tað riggaði beinanveg. Uttan himpr. Og trygt og gott og við humor gekk leiðin avstað við ferð og við góðari framførslu, ið fekk tætt samband við fólkið.
Fólk var komið í rætta huglagið og sveiggjaði við í Lawts showinum.
Broytt huglag
So kom, líksum fram úr ongum, nakað heilt nýtt og øðrvísi í mun til tað, ið verið hevði frammanundan. Makrel stóð á palli og stillisliga byrjaði framførsla og tónleikur. Handan pallin koyrdi eitt teldustýrt ljósshow. Ju, beinanvegin kom rætta Makrel huglagið sum mjørki millum manna, meðan Ári stóð millum tey bæði mikrofonstativini, sum vóru vavd í ljósketur.
Makrel er ein heild og tónleikurin egin. Nógv verður koyrt uppá hugløg, men botnurin er góður og sera vælspældur, so kryddast kann við margfaldum guitarljóðum. Bólkurin gerst bara betri og tryggari.
Makrel megnaði at hugtaka og at skapa eina sjáldsama heilstoypta framførslu.
Kristleif og fleiri
Lítla orkestrið hjá Kristleifi Zachariassen er vorðið størri og øðrvísi. Leygarkvøldið var tað Búi Dam, ið stóð við el-guitaranum í hond (og ikki Heðin Z. Davidsen). Og umframt Arnold og Rógva, so var eisini ein nýggjur maður, nevniliga Óli Olsen, ið leikti harmoniku.
Kristleif hevði óivað ringastu uppgávuna, tí so nøkulunda í miðum kvøldinum krevur tað sín mann at syngja stillan countryvals, meðan kustar kína trummum og akk. bassurin spælir.
Men maðurin í hvítbotnaðum gummiskóm megnaði at framføra sín stilla og laid back kenda tónleik til fulnar. Og framførslan gekk sera væl og fólk tóktist taka hana til sín, hóast hetta var at seta ferðina rættiliga nógv niður, eftir at kvøldið sum heild hevði gingið við, at tónleikarar høvdu baksast við at fáa fjøldina upp í ferð.
Kristleif tóktist standa á tryggari grund við Arnold og Rógva sum tónleikaligum botni, og við einum hvítrandaðum botni kring teir heldur stóru gummiskógvarnar. Gjøgnumført bóndablues og gras, ella hvat slíkt eitur á fakmáli.
Go
So vóru tað GoGo Blues. Lagt var beinanvegin til brots og tað riggaði frá fyrstu løtu. Trummur og bassur swingaðu og Uni fekk loyvi at hugna sær. Og tað sá út og ljóðaði, sum tað var tað hann gjørdi.
GoGo er blues, sum tað eigur at vera og framførslan var eisini sum hon skuldi. Hon prógvaði, at GoGo hava megnað at vekja blueskensluna í føroyska lurtaraskaranum og at teir fáa loyvi at halda seg til sítt - treytaleyst, tí stílurin er reinur og júst sum hann eigur at vera.
I?m Gone er ein landaplága, óivað ein av teim fáu í Føroyum, sum kemur undir tónlistaslagið blues.
Fressar
Terji Rasmussen Band streyk avstað, sum fressar í føstu. Har var trýst á og tónleikurin er væl lagdur tilrættis.
Handverkið kom til sín rætt hjá royndu tónleikarunum og Terji kundi gera tað, ið hann dugir best; at standa á palli og at hava samband við fjøldina. Var nakar veikleiki, so var tað í onkrum lag, at Terji sjálvur kanska passaði meira uppá at halda seg til framførslu, heldur enn sangin.
Hjalti slapp at spæla rock og solo og gjørdi tað væl, sum so ofta. Og hinir fressarnir hjá Terja gjørdu tað, teir duga best, nevniliga at spæla tað teir eru mentir og hugna sær við góðum útsetingum.
So nógvar røddir
Tað nevndist lagið, sum Eyðun Nolsøe og Showmenn løgdu fyri við. Og røddirnar manglaðu ikki, tá Kim Jens Marni og James sungu við, umframt at Johannes legði botn í
Fólkakendur poppur frá Eyðuni, sum tó ljóðar eitt sindur harðari, enn hann gjørdi, um leitað verður nøkur ár eftureftir.
Við góðu showmanningini helt hann avstað og kom turrur á land hinumegin. Vælswingandi gamli kenningurin Dansa var komin in í skránna fyri annað av nýggju løgunum, og setti hetta ferð á fjøldina, innan seinasta lagið leygarkvøldið ljóðmaði frá tungu dreingjunum innan føroyskan tónleik.
Prix og mentalitetur
At Eyðun Nolsøe, Terji Rassmussen og Uni og GoGo Blues komu víðari í finaluna tykist at vera sumum ein beiskur biti.
Kjakast verður av álvara um, hvørt úrslitið er rætt, um røttu nøvnini komu í finaluna. Um ikki gomlu, royndu nøvnini hava havt sína tíð. Og hvørt dómararnir gjørdu sítt. Men eisin um, kanska meira av røttum, hvørt skipanin skal endurskoðast og hvørt tær treytir, sum áliggja dómarunum at døma eftir, eru nóg goðar.
Kjakið er áhugavert. Greitt er í øllum førum, um ein lesur bløð, netsíður og lurtar, at prixið er nakað, fólk hava metingar um. Og tey yngru kenna seg snýtt ella eru skuffaði, tí yngru kreftirnar í semifinaluni ikki komu á ovastu rók, har teir royndu tóku sessirnar.
Og kjakast kann av røttum ? heldur enn aldur og annað ? um skipanin, dømingartreytir og annað, at prix leggur upp til, at vit fáa ein sýnisglugga út í heim, og so framvegis.
Men kjakið eigur iki at verða so skiti, sum tað er, har oftast verður farið eftir manni, heldur enn bólti.
Tí vit tosa ikki um ítrott ella annað, har bert eittans úrslit er hitt einasta rætta út í síðstu kommatøl. Hetta er list og harvið metingin hjá hinum einstaka, ið telur. Ongin svarlisti finst, ongin facitlisti, við røttu kommatølunum.
So lat okkum ríða eitt sindur niða á aftur og fáa kjakið á eitt støði, sum er sømuligt og sámuligt. Fótbóltsmentaliteturin ? skilt sum fjepparar av harða slagnum, hooligans ? hoyrir ikki heima her, tí tað at øll sita inni við einum úrslitið, sum tey halda vera hitt rætta, fyri síðani at fara út krevja sín rætt við svørði í hond, er ikki júst rætta mannagongdin.
Tak støðu og fegnast ella ilskast. Men gev teimum frið, ið hava meldað seg til prix og eru komin í semifinalu ella finalu. Ein kann næstan smílandi siga, at tað er ikki teirra skuld:)
FAKTA
Víðari í finaluna komu:
Eyðun Nolsøe og Showmenn, Gogo Blues og Terji Rasmussen Band
Vald til ymsu festivalarnar:
Ólavsøkukonsert; Lama Sea
Summarfestival: Lawets
G! Festival: Makrel
Spæla í Mentanarhúsinum 16. apríl saman við norku Gåte: Lama Sea og Terji Rasmussen
Band