Eitt uppskot: Lat Teistan sigla ímillum Suðuroy og Sand

Hann kundi siglt fleiri túrar um dagin við ferðafólki og persónbilum

 

 

Set Teistan í sigling ímillum Suðuroynna og Havnina. Soleiðis ljóðar eitt uppskot frá Thormundi Johannesen. Hann er skipatekniskur ráðgevari hjá Knud E. Hansen, sum hevur teknað Smyril, umframt at tey fleiri ferðir hava verið ráðgevarar hjá Strandferðsluni í øðrum viðurskiftum.

Løgtingið viðger eitt uppskot frá Tjóðveldi um at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni, men í hesum sambandi vísir skipatekniski ráðgevarin eisini á trupulleikarnar, sum eru á Suðuroyarleiðini, har tað gongst illa hjá Smyrli at halda ferðaætlanina. Ein orsøk til tað er, at Smyril hevur so nógvan farm at flyta.

Tosað hevur verið um at útvega annað skip at sigla við farmi, og tosað hevur verið um at fáa farmaskip at leggja at í Suðuroy fyri at taka trýstið av Smyrli.

Thormund Johannesen sigur, at hevði Teistin verðið settur í sigling ímillum Suðuroynna og Sand, tá ið Sandoyartunnilin er liðugur, hevði tað lætt munandi um hjá Smyrli.

Verður atløgupláss til Teistan gjørt á Sandi, kann hann setast í sigling millum Krambatanga og Sand, tað er eitt strekkið upp á eina 20 fjórðingar.

Altjóða krøv gera, at Teistin kann ikki sigla við stórum bilum, uttan í góðum veðri, men skal hann bara føra ferðafólk og persónbilar, er støðan ein onnur, sigur hann.
– Siga vit, at Teistin klárar fimm dupulttúrar um dagin ímillum Sand og Tvøroyri, kann hann flyta upp til 155 persónbilar hvønn vegin hvønn dag, og tað eigur at lætta væl um hjá Smyrli, sigur hann.
– Samstundis kann hann sigla við upp til 1.300 ferðafólkum um dagin á sumri og upp til 820 um dagin á vetri. Tað er kanska ikki har trupulleikin hjá Smyrli er størstur, men tað hevði tó næstan trífalda títtleikan á suðuroyarleiðini, og tað hevði verið stórt framstig, heldur Thormund Johannesen.

Hann leggur afturat, at tað ber eisini til at leingja Teistan so hann tekur enn fleiri bilar og ferðafólk. Ein annar møguleiki er at gera ferjulegu í Hvalba og tað styttir túrin niður íu 15 fjórðingar og soststt kann hann sigla fleiri túrar.

Hetta kundi verið spennandi hugskot at menna suðuroyarleiðina fram til at tunnilin kemur um eini 10 ár, ella gott tað, sigur Thormund Johannesen.