STUTTSØGA
Tórgrímur vaknaði tíðliga hendan vakra fríggjamorgunin fyrst í juni mánað 2008.
- Tað var sólin, ið hevði vakt hann. Gardinurnar vóru alt ov ljósar, og hann hevði gloymt at hongt eitt myrkt teppi upp fyri kamarsvindeygað, sum hann plagdi at gera .
- Tað var vorðið nakað seint í gjárkvøldið. - Jónas og Barbara høvdu verið inni á gólvinum, og tey høvdu sitið og lagt til rættis eina vikuskiftisferð til Suðuroyar.
Jónas og Barbara vóru bestu vinfólk og grannar hjá teimum báðum Elsu og Tórgrími. Tey plagdu at ferðast saman bæði uttanlands og heima í Føroyum. Bæði pørini vóru mitt í fjøruti-árunum, áttu tvey børn í part. Elsa og Tórgrímur 2 gentur - 19 og 21 ár, tær vóru báðar niðri og lósu, Barbara og Jónas ein drong upp á 20, sum var til skips, og eina 18 ára gamla gentu, sum gekk í Hoydølum.
Tey fýra høvdu øll verið í Suðuroynni fyrr, men tað vóru nógv ár síðan. Langt áðrenn tann nýggi Smyril var komin. - Nú høvdu tey frætt, at serliga vikuskiftistúrarnir um summarið vóru sera væl umtóktir, og tey vóru tí samd um, at hetta skuldi roynast.
Tórgrímur hevði frí hendan fríggjadagin, og tí varð álagt honum at ringja til Strandferðsluna so tíðliga um morgunin sum gjørligt.
»Tað er Strandferðslan góðan dag!«
- Kvinnurøddin var blíð og fyrikomandi, og Tórgrímur varð beinanvegin stillaður um til ferðamannadeildina.
»Vit eru tvey pør, sum ætla okkum suður við Smyrli leygarmorgunin og norður aftur leygarkvøldið. - Hvussu liggur tað fyri?«
Tann nýggja kvinnurøddin bað Tórgrím bíða eitt lítið bil, men var skjót aftur.
» _ Tað er gaman í! .Hava tit bil við?«
» - Nei«, sigur Tórgrímur.
» _ Vit hava hoyrt, at tað ber til at leiga sær bil har suðuri, er tað ikki so?«
» _ Jú,tað ber væl til. Vit hava akkurát nú eitt sera gott pakkatilboð.«
» _ Lat meg síggja!« - hon roknaði eitt sindur aftur og fram á telduni og kom so aftur.
» _ Nú skalt tú hoyra: Ferðaseðlar aftur og fram fyri 4 vaksin, stórt morgunmatarborð við heitum rættum millum kl.10 og 12, døgurði við tveimum rættum millum kl.19 og 21 og leiga av bili har suðuri frá kl. 12 til 19. Alt hetta fyri bert 1400 kr. í alt. - Drykkivørur gjalda tit sjálvi!«, æegði hon aftrat.
Tórgrímur helt hetta ljóðaði frálíkt og tók av.
Leygarmorgunin upprann við brennandi sól og ikki einari ond á sjónum. Fólk høvdu bestan hug at sita úti á dekkinum, men tey bæði pørini vóru svong og leitaðu sær inn í tað hugnaligu matstovuna, har borðreitt varð við morgunmati. Tey vístu prógv fram og vórðu sessaði við eitt borð við vindeygað, har tey høvdu frálíkt útsýni.
Og denn matur! -hetta mátti vera tað, ið amerikanar og bretar nevndu »brunch« - altso ein blanding av breakfast og lunch. Har vóru t. d. egg av øllum sløgum. - Kókaði, stokt, røregg og s.fr. - fleiri sløg av heitum rættum og ein ørgrynna av viðskera.
Tey 4 sótu og nýttu tað til fulnar. Tíðin fleyg avstað, og tey fingu akkurát tíð at fara ein túr upp á bátadekkið eina løtu, áðrenn Smyril stevndi inn eftir Tvøráfjørði.
Jú jú, ein næstan spildurnýggjur Toyota Corolla stóð fyri teimum á Krambatanga, og Jónas settist við rattið. - Leiðin gekk fyrst suðureftir. Heilt suður í Akraberg, har steðga varð eina løtu. Á veg norður eftir varð støðgað á í Vági til ein kaffimunn og hagani gekk so leiðin bygd úr bygd heilt norður til Sandvíkar. Eitt satt upplivilsi, vóru tey øll samd um, tá ið tey settu kós aftur ímóti Krambatanga, har Smyril og døgurðin bíðaðu.
Komin umborð, og aftan á at hava frískað seg upp á teimum vælútgjørdu baðirúmunum, har tú eisini kundi fáa tær eitt brúsubað, gekk leiðin til matstovuna. Nú vóru tey svong og sera spent uppá, hvat tey fingu at eta.
Tey vóru ikki snýtt. Maturin var fyrsta floks, og vínið var ikki verri. Tey goymdu kaffi og konjakkið til tey vóru komin niður í »koktail-barrina« í neðra. Har var eitt orkestur farið at spæla, og fleiri vóru farin upp á gólvið at fáa sær ein »svingom«.
Tað gjørdu tey bæði pørini eisini. Tey gloymdu bæði tíð og stað og hvukku við, tá Smyril slakkaði av beint uttan fyri molan.
Elsa, Tórgrímur, Jónas og Barbara vóru samd um, at hetta var ikki seinasta ferð, tey gjørdu hendan túrin.