Eiturgass ímóti tíðindafólkum

Sýriska stjórnin hevur brúkt stórar nøgdir av eiturgassi og kemiskum vápnum ímóti uppreistrarfólkum, siga fronsk tíðindafólk, sum á egnum kroppi hava kent ólógligu krígsførsluna.

Ein tíðindamaður og ein myndamaður frá franska dagblaðnum, Le Monde, sum vóru saman við sýriskum uppreistrarmonnum í tveir mánaðir, upplivdu á frontinum, hvussu eiturvápnini virka.

Har vóru teir báðir ferð eftir ferð vitni til brúk av kemiskum vápnum, og í onkrum føru vóru teir sjálvir í miðdeplinum, tá álopini vóru, skrivar Le Monde.

Eiturgassið elvdi til andadráttartrupulleikar, ógvusligan hosta, kválma og spýggju, umframt at fólk svímaðu og mistu vitið.

ST vil sleppa at gera nærri kanningar av uppáhaldinum um, at sýriskar herdeildir reka ólógliga krígsførslu, men hevur ikki fingið loyvi at sleppa inn í Sýrialand at gera kanningar.