Eitt nýtt slag av eiturkoppi er staðfest í Føroyum. Søgan um hendan eitur koppin er nokkso stuttlig, tí tað hevur tikið fleiri mánaðir, áðrenn staðfest bleiv, hvat slag talan er um. Á heimasíðuni hjá sjórakøna Jens Kjeld-Jensen verður greitt frá soleiðis:
– 02. september 2020 fangaði Erla Jarnskor Ellingsgaard ein eiturkopp av slagnum Philodromus í garðinum heima hjá sær í Syðrugøtu. Eiturkoppurin var ein ungi, so til bar ikki at staðfesta fulla navnið á eiturkoppinum.
Eiturkoppurin var so sendur til Danmarkar, og har hevur Jørgen Lissner passað hann í 8 mánaðir, meðan hann hevur bíðað eftir, at eiturkopurin skuldi skifta ham, so hann kundi staðfesta hann at vera av slagnum Philodromus dispar. Hetta eiturkoppaslagið er sum vaksið sera ymiskt bæði í útsjónd og stødd.
Philodromus dispar ger einki lokkanet, men situr og lúrur, og leypur so á fongin.
Hetta er fyrstu ferð, at hetta eiturkoppaslagið er skrásett í Føroyum. Slagið finst í heitari londum, so sum við Miðjarðarhavið, so helst finst eitt serliga sólríkt stað í garðinum heima hjá Erlu.