Festival summarið
Eins og Valravn og Teitur verður eisini Eivør Pálsdóttir milllum nøvnini á ársins G!Festivali í ár. Eivør luttók á trimum teimum fyrstu G! Festivalunum, men síðsta ár var hon ikki við. Í ár fer hon so aftur á pallin í Syðrugøtu.
Eivør varð á Planet Awards kosin besta føroyska songkvinnan, og hevur síðan tá vunnið DMA-Folk heiðurslønirnar fyri bestu vísufløgu og bestu kvinnuligu songrødd í Danmark. Hon hevur eisini verið á fullkomiliga útseldari konsertferð í Danmark, ein sera væleydnaðari konsertferð í Kanada og í summar er hon við á Roskilde Festivalinum.
Eivør Pállsdóttir er eitt kent navn í føroyskum, íslendskum og donskum tónleiki. Eivør gav í fjør vár fløguna Trøllabundin út saman við Danmarks Radio Big Band.
Hon var fleiri konsertferðir við hesum orkestri. M.a. spældu tey eina stórfingna konsert í Opera húsinum í Keypmannahavn.
Røddin hjá Eivør er tiltikin góð. Hon vann heilt ung Ársins Songrødd, og í 2001 vann hon Prix Føroyar við Clickhaze. Hon hevur higartil givið fimm fløgur út, her telist maksifløgan við Clickhaze ímillum. Harumframt hevur hon luttikið á alskyns upptøkum og savnsfløgum.