Mikukvøldi 5. mai verður forkunnug konsert við Eivør Pálsdóttir og Agnar Lamhauge í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Hetta er fyrstu ferð at Eivør og Agnar framføra á konsert saman, tó at tey bæði koma úr tónleikaumhvørvinum hjá Grót úr Gøtu.
Eivør og Agnar búgva ávíkavist í Íslandi og Danmark, so tað er ikki á hvørjum degi at tey hava høvi at spæla saman, og er konsertin er ein liður í eini venjingarlegu í sambandi við, at tey bæði saman skulu luttaka á einum týskum festivali
(http://www.nordischerklang.de) tann 12. mai í ár.
Eivør hevur úr at gera í Íslandi og fríggjadagin hevði hon konsert í Langholtskirkjuni saman við Kór langholtskirkju, har hon var solistur á einum verki, ið tann í Føroyum vælkendi John Højby hevur skrivað. Næsta stóra tiltakið í Íslandi verður á Listahátíð Reykjavíkar har Eivør tann 29. mai er við á einari íslendskari/írskari konsert, ið mætir menn sum Hilmar Ørn og Donald Runny úr Írlandi skriva tónleik til og arrangera. Eivør saman við írskari sangarinnu er høvuðsnøvnini á konsertini. Á veg heim aftur úr Týsklandi hevur Eivør konsert hóskvøldi á Club Revolver í Keypmannahavn.
Agnar livir sítt tónleikalív í Danmark, har hann er við at enda ein konservatoriuútbúgving, samstundis sum hann er nógv upptikin av at spæla kontrabass. Agnar er helst best kendur sum bassleikari í Enekk.
Á konsertini mikukvøldið fara Eivør og Agnar fyrst og fremst at spæla nøkur av løgunum hjá Eivør, men eisini onkur lættari løg verða við á skránni. Eivør syngur og spælir guitar, meðan Agnar leikar upp á kontrabass.
Av tí at konsertin er í Klingruni er tað rættuliga avmarkað, hvussu nógv sleppa inn, men tað ber at ogna sær atgongumerki á 100 kr. í forsølu í Norðurlandahúsinum.