Tónleikur
Tað er longu greitt at Boys In A Band, Budam luttaka á SPOT-festivalinum í Århus komandi vikuskiftið. Men nú avdúkar festivalurin, at Eivør eisini luttekur, við somu írsku manning, ið hevur spælt á komandi fløguni Human Child og seinni í ár fer á pall við henni á G !festivalinum. Lena Anderssen skuldi eftir ætlan eisini luttaka á SPOT-festivalinum, men hevur tíanverri avlýst allar sínar konsertir fram til G !.
Umframt føroysku listafólkini verður eitt serstakt G! tiltak, ið verður fríggjakvøldið eftir miðnátt. Tá er G! Festivalurin vertur í vældámda spælistaðnum Studenterhuset, har Boys in a Band, Budam og onnur G!-aktuell listafólk fara á pallin.
Samstarvið við SPOT er eitt av mongu sambondunum, G!Festivalurin hevur knýtt til tónleikavinnu í Evropa, sigur G! Festivalurin í tíðindaskrivi.
G! Festival hevur seinastu árini samstarva við m.a. Atlantic Airways, Norðurlandahúsið/AME og Menningarstovuna í arbeiðinum at skapa tónleikasambond út í heim, so føroyskir tónleikabólkar kunnu sleppa út um landoddarnar at royna flogið. nevnast kann samstarv við Iceland Airwaves í Íslandi, Øya og By:larm í Noregi, Eurosonic í Hollandi, eitt komandi GBOB í London, goNorth og Rockness í Skotlandi, SPOT í Danmark umframt onnur.
Í ár eru fleiri týðandi fet tikin hesum viðvíkjandi og G! er tildømis vorðið limur í ETEP (European Talent Exchange Program), sum arbeiðir fyri, at tónleikarar í Europa ferðast út um síni egnu landamørk at spæla.
ETEP er rótfest í mest týðandi europeiska sýnisglugga festivalinum, Eurosonic.
Eivør spælir á høvuðspallinum, stóra sali í Musikkhúsinum, fríggjakvøldið 1. juni klokkan 19. Budam spælir konsert í minna salinum í dansiteatrinum Gran fríggjakvøldið kl 21.15.
Leygardagin kl. 13.50 lata Boys in a Band størsta pallin, Officerspladsen, upp. Tað verður ikki nógv hvíld hjá boysunum, tí teir fara beint víðari yvir til Keypmannahavnar, har teir seinni um kvøldið spæla konsert í operuni í Christiania saman við G!- og SPOT-aktuella íslendinginum Péturi Ben og føroysku Týr.
G! aktuellir bólkar á SPOT í ár:
Eivør Pálsdóttir
Boys in a Band
Budam
Petur Ben (IS)
Hatesphere (DK)