Tíðindaskriv
Íslendska symfoniorkestrið framførdi skránna tvey kvøld á rað seinasta vetur fyri fullum Háskólabio, og undirtøkan var avbera góð. Sum tittulin sigur, eru íslendskar landaplágur á skránni, og í Føroyum verða sjálvandi eisini føroyskir sangir á skránni.
Framførslan í fjør var serstakliga væl eydnað og alt riggaði stak væl: Útsetingarnar hjá Hrafnkeli Orra Egilssyni eru avbera góðar, Ragnheiður Ásta er eitt framúr frásøgufólk, og sangkvinnurnar báðar tóku øll á bóli. Orkesturleiðarin í Norðurlandahúsinum verður eingin minni enn okkara egni Bernharður Wilkinson, ið mangan vitjar í Íslandi sum orkesturleiðari.
Ragnheiður Ásta Pétursdóttir er kent frásøgufólk í íslendska útvarpinum, og helst hevur mangur føroyskur sjómaður hoyrt rødd hennara, meðan hann hevur fiskað undir Íslandi.
Framførslan verður, sum áður sagt, hósdagin 14. juni klokkan 19.30 . Atgongumerki á kr. 175 eru at fáa í Norðurlandahúsinum og á heimasíðuni www.nlh.fo.