Hóskvøldið heiðraði íslendska leiklistin sínum bestu avrikum seinasta árið, og millum tey, sum vunnu eina heiðursløn, var føroyska songkvinnan Eivør Pálsdóttir.
Hon gjørdi tónleikin til leikin Úlfhamssøga, og fyri tað varð hon heiðra við virðislønini, sum verður latin til besta tónleik og ljóð.
Úlfhamssøga byggir á Úlfhamsrímur, ið eru gamlar íslendskar rímur, ið byggja á íslendsku saga?irnar.
Tónleikur við røddini
Tónleikurin hjá Eivør var fyri tað mesta instrumentalur, soleiðis at skilja at Eivør sang, men røddin var mest brúkt sum eitt ljóðføri fyri at uppbyggja ein stemning í leikinum.
Við góðari hjálp frá íslendska uttanríkismálaráðnum hevur tað eydnast Leikhúsinum at útvega fígging, soleiðis at leikurin eisini kann vísast í Føroyum.
Tað verður í Norðurlandahúsinum tann 1. september.
Leikstjóri á Úlfhamssøgum er Maria Ellingsen, ið er ættað úr Vági.