Nú ræður um at koma oman á sandin. Fólk troðkast at sleppa inn um trongu inngongina og oman á sjálvin sandin, og sum sild í tunnu má hvør í sínum lagi royna at bjarga sær sum frægast. Endiliga hvørvur klaustrofobiska kenslan, tá ein loksins er komin framvið vaktunum, men skjótt gerst aftur trongt, tá vit nærkast pallinum niðri á Gøtusandi.
2 ára gamli sonur bass-spælaran hjá 200, Mikael Blak, gongur í skellilátri og rennur undan aldunum við einum reyðum reyki, sum hann hevur fingið til festivalin, meðan Kristian abbi ansar honum. Teir báðir tykjast ikki geva feðga sínum á palli nakran ans.
Fólk eru spent og byrja at ótolnast. Føroya mest aktuelli, umstríddi og vælumtókti bólkur, 200, er komin á pall, og øll vilja sleppa so tætt at provokerandi punkarunum sum gjørligt. Skjótt rungar harði punktónleikurin og óstorsligu viðmerkingarnar frá forsangaranum út í myrkrið, og fjøldin kókar.
Frammi undir pallinum er stemningum heilt einfalt ekstatiskur. Satanstekn og fuck you fingrar eru á lofti, og knappliga hava tveir hard-core fjepparar tvey muscleman-líknandi bløð á lofti nakrar fáar metrar frá forsangaranum Niels, sum eisini hevur fingið eyga á bløðini og kemur við eini viðmerking í mikrofonina. Tað grælar úr fullum áhoyrarum, sum gera eina jánkasliga roynd at syngja við títta punktónleikinum.
Fólk troðka seg so langt fram sum gjørligt, og tí gerst sandurin knappliga ov smalur til breiðu fjøldina. Aldurnar koma so langt niðan, at tey uttastu gerast vát upp til øklarnar, men líka leggja tey í. Eyguni og fokusið er hesa løtuna bert vend móti orkubumbunum Una, Mikael og Niels, og so er líkamikið, um ein noyðist út í kalda norðuratlansthavið at lýða á.
Men tað er eingin ivi um, hvat fólk vilja hoyra. Muscleman! Muscleman! Muscleman! verður skrálað niðan móti pallinum, men fyrst skulu Kaj Leo, Jóannes, Jógvan við Keldu og ABC-samgongan hava av grovfílini, og hesa løtuna tykjast 95% av gøtusandsgestum vera fullveldisfólk. Ella eru tey bert rivin við propagandakonseptinum hjá 200 og eru aftur komin til fornuft, tá mánamorgunin byrjar. Undir stóra hittinum um Muscleman-blaðið hjá Jenisi floymir inn við øðrum tónleikarum, og so er yvirkroppaball á scenuni. Ein absurd løta. Fleiri túsund áhoyrarar syngja saman við fleiri av føroya fremstu tónleikarum um ein lækna, sum situr og fleygar sær. Á ein hátt eitt sindur ræðandi. Og Niels kann ikki halda sær og at koma við eini speiskari viðmerking til Rás 2, sum ikki vil spæla sangin. Áhoyrarar rópa, skrála, fucka og banna, og kroystur millum euforiskar áhoyrarar er torført at varðveita balansuna.
Tað er torført at fáa eyga á ein áhoyrara, sum ikki er í rørslu. Næstan øll liva við, hoppa og hava hendurnar á lofti, og tær ølirnar, sum eru smuglaðar inn á økið, verða hildnar á lofti, og so má onkur liva við at fáa eitt sindur av Føroya Bjóri oman yvir seg. Ein ung genta stendur fyri skotum og fær knappliga kalt øl oman eftir bakinum. Hon ger eitt skríggj og slær eftir fulla risanum við hennara høgru lið, men hann letst ikki um vón. Hevur helst fingið ov nógv upp í høvdið. Gentan tykist tó skjótt hava gloymt alt um óbehagiligu brúsuna og heldur fram at rópa saman við smílandi vinkonunum.
200-trioin fer av pallinum, ekstasan er liðug, fullveldisrúsurin er av, og so er aftur proppur við útgongina, áðrenn rúgvismikla áhoyrarafjøldin fer í upploysn. Nøkur leita sær aftur til síni tjøld, onnur vála runt á G! økinum, meðan uppaftur onnur fara niðan á spæliplássið at hoyra íslendsku Hjálmar.