El Banna aftur í Frem

Í august mánaði skifti Wassim El Banna úr Frem til Ajman Sport Clubs í Arabisku Emiratunum at spæla

El Banna var liðfelagi hjá Atla Danielsen í danska felagnum, og tað verður hann nú aftur. El Banna treivst ikki í miðeystri, og hann hevur nú leitað sær aftur til Danmarkar, har hann fer at spæla sum amatørur í Frem næstu tíðina. El Banna hevur skotið 29 mál í 66 dystum fyri Frem higartil, og hann hevur spælt á danska U19 og U21 landsliðnum.