Egyptiski andstøðupolitikarin Mohamed ElBaradei helt í kvøld røðu fyri einari stórari mannamúgvu á Tahrir-torginum í høvuðsstaðnum Kairo, sum var komin saman, hóast útigongubannið hjá myndugleikunum kom í gildi longu seinnapartin.
-Teir næstu dagarnar fara broytingar at henda. Tit hava tikið tykkara rættindi aftur, og nú vendist ikki aftur. Vit hava eitt høvuðskrav, og tað er st stýrið fer frá, so vit fáa eina nýggja byrjan, segði ElBaradei í røðuni.
-Í dag eru vit stolt av at vera egyptar, og at vit hava endurreist okkara rættindi og okkara frælsi, legði hann afturat og varð stórliga fagnaður.
Tíðindastovurnar skriva, at minst 30.000 fólk vóru á Tahrir-torginum, tá Mohamed El Baradei helt røðu, og at tað legðist til alla tíðina. Nógvir hermenn vóru eisini har, men teir gjørdu einki, skrivar Reuters.